Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eitt stýri fær ta pressu, tað hevur uppiborið!

Uni Arge

Opið stríð er millum fjølmiðlar øðrumegin og politikarar og teirra advokatar hinumegin. Inhabilitetur, óreglusemi, hóttanir, kærur og misálit seta dagsskránna. Kanningarstjórin fall av eini dugnaleysari útnevning í tingsins hægsta sessi, nýggjur kanningarstjóri skal seta luppin á sjálvan Føroya løgmann og tollmálaráðharrin sigst hava snýtt í tolli, skrivar kendi viðmerkjarin Uni Arge á síni Facebook síðu.

Opið stríð er millum fjølmiðlar øðrumegin og politikarar og teirra advokatar hinumegin. Inhabilitetur, óreglusemi, hóttanir, kærur og misálit seta dagsskránna. Kanningarstjórin fall av eini dugnaleysari útnevning í tingsins hægsta sessi, nýggjur kanningarstjóri skal seta luppin á sjálvan Føroya løgmann, og tollmálaráðharrin sigst hava snýtt í tolli, skrivar kendi viðmerkjarin Uni Arge á síni Facebook síðu.

Kanska byrjaði alt stríðið beint eftir valið í 2011, tá flokkar á óheiðurligasta hátt kappaðust um at bróta síni vallyftir fyri at sleppa fram at fatinum. Høgraekstremistiska skattakollveltingin varð framd upp á 17 dagar ímóti áhaldandi og inniligum ávaringum. Tey ríku vórðu ríkað, og tey lágløntu máttu rinda við hægri pensjónsskatti. Biddaraferðin til Danmarkar eftir hægri blokki prýddi ikki júst um umdømi landsins. Avhøvdingin av landsbankanum og búskaparfrøðini í almennu umsitingini var harðrend og ræddi mong. 

Advokaturin í nýggja gjaldsstovuráðnum, ið kom fyri landsbankan, hevur síðan hótt journalist við fongsli vegna fíggjarmálaráðharran. Atferðin í tunnilsmálinum var so luskut, at túsundtals fólk vistu sær ongi onnur ráð enn at fara út á gøturnar at mótmæla. Kanska skapti maktfullkomna og misálitisskapandi atferðin so mikið av upphópaðari øði, at landsstýrið hevur gjørt seg sjálvt friðleyst. Ið hvussu er manglar av álvara ein sosialur og demokratiskur radari í Føroya landsstýri í dag. 

Taktikkurin tykist at vera sjokksamtyktir á tingi í stórmálum, áðrenn nakar hevur vent sær, og at allur kritikkur skal sópast til viks, sama um hann er rættur. Dialogurin er burtur. Atferðin er lík henni hjá heykum. Hon kennist fyri mong hástór og respektleys, og landsstýrið ger ongantíð nakra roynd at vinna nakað mist álit aftur. Serliga hetta er ørkymlandi. Lætt er at tváa egnar hendur við at blaka stjórar til hús, men hvat við at víkja sætið sjálvur fyri at endurreisa álitið á skipanina? 

Nær er hetta seinast hent á ovastu taburettunum? Verður ikki lagt á annan bógv nú, økist stríðshugurin í samfelagnum bara, og tað gongur ikki, tí vit oyðileggja miðvíst álitið á landsins tignarligastu stovnar. Øll tapa í hesi støðuni! 

Men minst til: Eitt stýri fær ta pressu, tað hevur uppiborið!