Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Eitt-tingfólka valdømi

Zakarias Wang

Grannar okkara í Hetlandi hava eins nógv valdømi sum veljast skulu inn á ting

 

Hetta er eisini galdandi fyri alt Stórabretland og tey lond, sum hava verið saman við Bretlandi, ja sjálvt heimsins størstu demokrati sum India og USA. Tað er tí greitt, at meginparturin av teimum, sum liva í demokratiskum londum, hava somu valskipan sum hetlendingar.

Men vit hava ikki hesa demokratisku valskipan. Vit hava lutfalsval, soleiðis at tingfólk verða lutaði út millum politiskar flokkar eftir teirra undirtøku.

Nú hevði Norðlýsið eina oddagrein har gjørt var vart við, at føroyska valskipanin førdi við sær, at summir partar av landinum eingi umboð hava á tingi.

Hesum høvdu vit sloppið undan við at lært av grannum okkara í Hetlandi.

Loysnin er sera einføld.

Løgtingið kann samtykkja at broyta løgtingsvallógina soleiðis, at løgtingsins umboðsmaður fær tann setning at býta Føroyar sundur í 33 valdømi, sum hvørt hevði eins nógvar íbúgvar. Tað valevni, sum fekk flestar atkvøður, fekk boð um at fara á ting at gera valdøminum og øllum landinum gagn.

Broytist íbúgvatalið skal umboðsmaðurin flyta markið millum valdømini so einki av teimum er við skerdan lut.

Tá vit hava fingið eina slíka vallóg kunnu vit rokna okkum millum heimsins demokratisku lond.

 

Zakarias Wang