Í fleiri dagar havi eg hugt leystliga eftir tjøldrum úti á Oyri. Ikki fyrr enn í morgun sá eg eitt einsamalt ganga og leita eftir føði úti á Fløtum.
Enn er eingin flokkur at síggja har, men vit vóna at okkurt fer at henda seinnapartin ella í døgunum sum koma.
Hugaligt er tó at síggja hendan summarboðberan aftur.










