Harleywoodpaint
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

EITT TJÓÐARFLOGFELAG VERÐUR STOVNAÐ

Lasse Klein

“Navn títt skal vera ATLANTIC AIRWAYS”. Tað hendi fyri 25 árum síðani – 28. mars 1988, at flogfarið lætti sær á, og fór sín fyrsta túr úr Vágunum til Keypmannahavnar við ferðafólkið. Lesið her ein part av áhugaverdu og stundum truplu gongdini fyri at náa úrslitinum.

“Navn títt skal vera ATLANTIC AIRWAYS”. Tað hendi fyri 25 árum síðani – 28. mars 1988, at flogfarið lætti sær á, og fór sín fyrsta túr úr Vágunum til Keypmannahavnar við ferðafólkið. Lesið her ein part av áhugaverdu og stundum truplu gongdini fyri at náa úrslitinum.

SØGUBROT – 25 ár á egnum veingjum

Lasse Klein, fyrrv. landsstýrismaður

Als einki bendi á, at Føroyar skuldu fáa sítt egna tjóðarflogfelag í byrjanin av 1985, tá nýggja landsstýrið tók við, tann 10. januar 1985.

Samgonguskjalið millum teir fýra landsstýrisflokkarnir, Javnaðarflokkin, Tjóðveldisflokkin, Sjálvstýrisflokkin og Kristiliga Fólkaflokkin, høvdu ikki skrivað nakað inn í samgonguskjalið um stovnseting av einum føroyskum flogfelag yvirhøvur. Sjálvur gjørdist eg landsstýrismaður við samferðslumálum, og nú Atlantsflog hevur fjórðingsøld á baki var heitt á meg herfyri at lýsa støðuna í sambandið við flogmálið í mun til tøkt keldutilfar, sum verður lýst í endanum av hesi grein.

Broytti samráðingar mynstri

Tað kom dátt við, tá tað gjørdist mær greitt, “at Ministeriet for offentligt arbejde var forpligtet til at lade et færøsk selskab få koncessionen við siden af, eller i samarbejde med et danskt selskab til flyruten mellem Færøerne og Danmark, og at dette kunne ske fra 1. oktober 1985”.

Tað var staðfest, at føroyski politiski myndugleikin ongar fyrireikingar hevði gjørt, sum vóru ítøkiliga gróðursettar í einum møguligum endamáli og úrsliti, hóast fundir høvdu verið um eina møguliga stovnseting, kortini uttan úrslit.

Sæð í ljósinum av óteljandi royndum og ósemjum um at fáa sett á stovn eitt føroyskt tjóðarflogfelag gjøgnum 25 ár, var eg tí sannførdur um, at tað var neyðugt at broyta samráðingarháttin, um komast skuldi á mál.

Luttakararnir í eið

Øll skjøl, og allir spurningar viðvíkjandi flogmálinum blivu nágreinilga kannaðir og umrøddir í samráð millum meg og Jógvan S. Simonsen, sum var leiðari av Tyrlutænastuni, sum hoyrdi undir Strandfaraskip Landsins í mars 1985. Ein mánað seinri setti eg ein innanhýsis arbeiðsbólk: Jógvan S. Simonsen, leiðari fyri Tyrlutænastuna, Eyðfinn Jacobsen, løgfrøðing og eg sjálvur. Seinri bleiv arbeiðsbólkurin víðkaður til hesar luttakarar: Carl V. Weihe, stats. grannskoðari, Jóhan Restorff Jacobsen, stjóri fyri Strandfaraskip Landsins, og Finnboga Niclasen, flogvallarovasti, at røkja serstakar uppgávur.

Tað var greitt, at neyðugt var at heinta allar luttakararnir uttanfyri landsumsitingina fyri á tann hátt at kunna taka luttakararnir í eið og bert vísa til mín, sum hevði leiðsluna á økinum, sum landsstýrismaður.

Av og á kunnaði eg landsstýri, men kortini var tað eingin í landsstýrinum, sum lat við seg koma í sambandi við kunningina, og tað var eg stórt sæð sera væl nøgdur við, tí so fekk eg frið at arbeiða eftir mínum egna miðvísa leisti, hóast eg ansaði væl eftir ábyrgd míni sum landsstýrismaður, eisini í mun til tær heimildir, ein landsstýrismaður hevur á sínum egna málsøki.

Vit vildi meira …

Teir fyrstu fundirnir høvdu vit við danska Ferðslumálaráðið, og við umboð fyri donsk flogfeløg. Á fundinum við Ferðslumálaráðið, luttóku Birgit Willumsen og Kurt Lykketoft, á fundinum við Danair, Gunnar Thietz, stjóri og Mærskair, Bjarna Hansen, stjóri. Tað blivu sjálvandi hildnir fleiri fundir í Føroyum, og uttanlands.

Fyri at runda hendan partin av skal eg bert endurtaka, at vit frá føroyskari síðu vildu nógv meira enn tað, sum omanfyrinevndu persónar góvu til kennar, og tí hevði tað ongan áhuga, at halda fram við teirra luttøku í samráðingum um at seta á stovn eitt føroyskt tjóðarflogfelag.

Kemiin skuldi samsvara

Vit skuldu finna eitt flogfelag, at samstarva við, sum vit á øllum økjum vóru trygg við, og sum góðtóku ynski um gjøgnumskygni, bæði tá talan var um partafelags viðurskiftir, eginpening, flogfør, útbúgvingarætlan: flogskiparar, flogternur, flogmekanikarar, fíggjarstýring, søla, umsiting v.m. Kemiin millum partarnir skuldi samsvara.

Kanningarnar at leita eftir rætta samstarvsfelaga fevndi um allar møguleikar; flogfeløg í Skandinavia og Evropa, og vit endaðu við at taka upp samráðingar við Cimber Air.

Ein “bumba” brast í løgtinginum

Í juni 1986 kunnaði eg Atla P. Dam, løgmann, um úrslitið av samráðingunum í sambandi við at stovnseta eitt føroyskt tjóðarflogfelag, og tá hvørki hann ella landsstýri, lótu við seg koma, valdi eg tann 17. desember 1986, at svara einum fyrispurningi í Løgtinginum frá Svend Aage Ellefsen, løgtingsmanni:

“Hvørjar ætlanir hevur landsstýrið viðvíkjandi føroyskari luttøku í millumlanda flúgving, og nær verða hesar ætlanir settar í verk?”

Tá ið spurningurin var svaraður, var tað, sum ein “bumba” brast í løgtinginum hendan dagin. So at siga øll løgtingsfólk vóru tikin av bóli, sama var galdandi fyri fjølmiðlarnir, og øll vóru forvitin eftir at hoyra um endaligu avtaluna. Stóð tað til mín so var felagið longu stovnað í 1986.

Skilligt var, at avtalan, sum vit høvdu fingið við Cimber Air, vakti stóra ans, undran og áhuga, og eg hevði kensluna av, at hendan løtan var størri, enn vit yvirhøvur kundu droyma um.

Óhóskandi viðmerkingar

Í dag eri eg noyddur at ásanna, at eg fekk fleiri óhóskandi viðmerkingar fyri arbeiðshátt mín, og tann hátt, uppgávan var loyst uppá, bæði frá samgongu og andstøðu og frá almennum viðmerkjarum.

Kortini var tað greitt, at hvørki samgonga ella andstøða í tinginum høvdu væntað eitt slíkt úrslit. Tað kom óvart á tey. Men hóast hetta brúkti andstøðan eitt og hvørt høvi at spenna bein fyri ætlanini undir tingviðgerðini, og niðurstøðan hjá andstøðuni í fíggjarnevndini góvu onga ábending um semju, tvørturímóti – og tíverri – atkvøddu bert 20 av 33 tinglimum undir 3. viðgerð fyri at seta á stovn eitt tjóðarflogfelag føroyinga. Men tað var nóg mikið, at fáa málið samtykt. Seinni kom felagið at eita Atlantic Airways.

Søguligar hendingar

Tann 28. mars 1988 bar tað føroyingum til fyri fyrstu ferð, at flúgva úr Vágunum til Keypmannahavnar við einum føroyskum tjóðarflogfelag, og endamálið við flogfelagnum, sum mong spáddu stutta livitíð, var, at uppbyggja eina sunna fyritøku og tryggja Føroyum eitt gott og tíðarhóskandi samband við umheimin. Harnæst yngstu vit, at hækka tænastustøði munandi, og menna Vágarnar, sum vóru afturútsigldar á mongum økjum, eisini í mun til aðrar partar av landinum.

Fyri at hava útgangsstøði úr Føroyum, var neyðugt, at krøvini til tekniska umsiting av flogførum bleiv tryggjað í Vágum, og tí bygdu vit eisini ein hangar til flogfør 1987/88, sum flogfelagi hevur leiga, og nú eigur.

Fyri m.a. at hækka tænastustøði fyri ferðafólk og føroyingum annars til og úr Vágum løgdu vit uppskot fram á løgting, sum bleiv samtykt, um tunnil undir Vestmannasund í 1988, og sum bleiv tikin í nýtslu nøkur ár seinni, eins og vit útbygdi tyrlutænastuna, bæði tekniskt og operativt, umframt bygging av farmahøll, og keyp av tyrlu úr USA í 1987/88.

Týðandi hendingar

Hesar útbyggingar, saman við øðrum útbyggingum av tunlum, vegum, bussum og ferjusambandi í árunum frá 1985 – 1989, millum bygdir og oyggjar, gav nýtt bjartskygni, sum síðani hevur haft stóran týdning fyri ferðafólk og íbúgvarnir í Føroyum og kann helst eisini uttan samanberingar sigast at verða størstu útbyggingar á samferðsluøkinum í nýggjari tíð.

Hvat fingu vit burturúr

Í dag kunnu vit við góðari samvitsku ásannað, at úrslitið tjóðskaparliga, hevur gingið eftir ætlan, hóast nógvir brotasjógvar hava verið av og á í søguni hjá flogfelagnum hesi 25 árini.

Stórt tal av Føroyingum hava fingið útbúgving innan loftferðslu: flogskiparar, mekanikarar, flogternur, fíggjarstýring, umsiting v.m.

Vert er eisini at hava í huganum at hesar útbúgvingar hava ikki verið partur av øðrum skúla politiskum almennum átøkum, men at felagið sjálvt hevur staði fyri hesum arbeiði og fíggja sín part av útbúgvingunum. Fáir ella næstan eingin Føroyingur hevði útbúgving á hesum øki frammanundan.

Var Atlantic Airways ikki komið, høvdu vit uttan iva ein hægri ferðaseðlar kostnað á Føroyarutuni enn vit hava nú, men prísurin fyri at ferðast er framvegis ov høvur, og tí er ynski um hjá ferðandi, at ferðaseðlar kostnaðurin lækkar munandi innan fyri karmin av rakstri, ella við øðrum tiltøkum. Hendan uppgávan er ikki rokkin enn.

Eisini arbeiðsskapandi tiltøk

Eisini nærumhvørvinum hevur lokali myndugleikin fingið nógv burtur úr.

Stórur partur av inntøkugrundarlagnum hjá kommununum í Vágunum stava frá hesum arbeiði, umframt at fólkatalið er vaksi munandi frá 1988 til 2012. Sama er galdandi við ferðafólkaflutningi til og úr Vágum, og at Vágarnar á ongan hátt kunnu metast at vera afturútsigldar í sama mun, sum mett frammanundan.

Hendan hendingin er eisini ein boðskapur um, at tað ber til at vera almennur politiskur myndugleiki, og taka stig til arbeiðsskapandi tiltøk, eins og tað, uttan nakran sum helst iva, ber til á øðrum økjum eisini.

Rættar umstøður, góð fólk – gott úrslit

Greitt er, at skulu úrslit spyrjast burtur úr eini ætlan sum hesari, so er neyðugt at røttu fólkini, røttu umstøðurnar og viljin at náa úrslitum eru til staðar.

Uttan iva ein óvanligur arbeiðsháttur, kunnu fólk fáa varhugan av, og at sjónarringurin í ov stóran mun peikar einvegis, men so er kortini ikki. Hetta er søgan. Hon kann ikki sigast øðrvísi. Kringumstøðurnar góðu okkum møguleikan og teimum tóku vit av. Rættar umstøður, góð fólk – gott úrslit.

Við stórari gleði

Eftir stuttari tíð var undirtøka um at seta á stovn eitt FØROYSKT TJÓÐARFLOGFELAG, og at navnið skuldi verða ATLANTIC AIRWAYS.

Nú 25 ár seinni er tað mær eisini ein heiður og stór gleði at kunna ynskja Atlantic Airways hjartaliga tillukku við teimum 25 árunum, og góða eydnu í framtíðini.

Lasse Klein, fyrrv. landsstýrismaður

_______________________________________________________________

Keldur:

Anordning nr. 336, frá 11.06-1976, Lasse Klein: Frágreiðing, landsstýrið 27.09-1985. Lasse Klein: Frágreiðing, landsstýrið 18.08-1987. Fyrispurningur nr. 100-5, 10.12-1986, viðvíkjandi ætlanum landsstýrisins í millumlanda flúgving. Løgtingsmál nr. 20, 04.11-1987: Stovnan av partafelag við endamáli at taka lut í flogferðslu. Løgtingsmál nr. 114, 17.03-1988: Lán til tunnil um Vestmannasund. Hagstova Føroya. Bygging av m.a. hangari, farmahøll og aðrar útbyggingar á samferðsluøkinum yvir fíggjarlógina 1985 – 1989.