Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eitt uppvenjingarcentur á Klaksvíkar Sjúkrahúsi

Emil Bjarnaskor

Eg veit, at Klaksvíkingar ikki dáma, at hoyra tað, sum eg fari at skriva nú, men eg takið kjansin, og skrivi hettar. Og um tit eru samd við mær ella ei, so er tað so.

Eg veit, at Klaksvíkingar ikki dáma, at hoyra tað, sum eg fari at skriva nú, men eg takið kjansin, og skrivi hettar. Og um tit eru samd við mær ella ei, so er tað so.

Sum nú er, so hava tey lukkað 1-2 støð á Klaksvikar Sjúkrahúsi, og tað verður ikki leingi, so lukkað tey eitt afturat, tí landið hevur ikki ráð, at reka heili 3 sjúkrahús; tí hettar landi er ikki størri enn ein miðal-kommuna í Danmark.

Og tað eru ikki nógvar kommunur í Danmark, sum hava 3 sjúkrahús, tí tað kostar ov nógv.

Tað, ið eg hugsi um Klaksvíkar Sjúkrahúsið er, at fáa eitt uppvenjingarcentur upp at koyra har, tí eg veit tað er bíligari, at uppvenjing er her heima í mun til at koyra okkum av landinum at venja okkum upp.

Hettar veit eg, tí eg havi hoyrt ein fysioterapeut siga, at tað kostar ca.17.000 kr. um dagin, at senda eitt fólk niður til uppvenjing. Hesar krónurnar kundu verið nógv betur brúktar her heima. Hasar krónurnar kann man uppvenja nógv fyri her heima; altso! her eru pengar at spara.

Onkur hugsar kanska, hvussu er so við starvsfólki?

Tað havi eg eisini havt í mínum tonkum. Á einum uppvenjingarheimi kunnu allir starvsbólkar arbeiða, hóast tað neyvan er arbeiði til pedgogar her. Tað fær onkur ilt í reyvuna av, at eg kann hugsa so, men soleiðis er tað bara.

Um eitt uppvenjingarcentur kom, hevði tað veri spennandi, at verið fysioterapeut, ergoterapeut og talepædagog í Føroyum, tí heisn arbeiðsbólkur er relevantur á hesum arbeiðsøki.

So kunnu fysio og ergo arbeiða saman, og mann kann fáa meira burtur úr. Ein sonn synergi-effekt.

Og so kann mann hava skeið fyri teimum, so tey fáa betri vitan, um tær sjúkur/skaðar, sum eru.


Vinarliga

Emil Bjarnaskor

P.S um tit hava nakað, at spyrja um, so kunnu tit

skriva mail á emilbjarnaskor@gmail.com.

GG! hetta er ikki ein valgrein!