Stjórnmálafrøðingur sigur í viðmerking til málið um “Føroyar sum eitt valdømi”, at tað er gott klárað at selja hetta undir heitinum av demokratiskum framstigi, tí tá verður avgjørt siglt undir følskum flaggi.
Vit hava fylgt málinum allan vegin og víst á skeivleikar, óreglusemi, lump og lirk í samband við hetta lagnutunga málið. Serkunnleikin hevur verið samdur við okkum, og tað er púra rætt, tá sagt verður, at siglt hevur verið undir følskum flaggi allan vegin. Tí siga vit framvegis : Korta nei til eitt valdømi.
Løgtingsformaðurin legði fram málið við boðum um, at hann hevði “avstemmað” tað við løgmann. Formansskapur løgtingsins hevur váttað, at eingin í formansskapinum leggur navn til uppskotið hjá Edmundi Joensen, og at uppskotið als ikki kom til atkvøðugreiðslu.
Serkunnleikin við fremstu stjórnmálafrøðingum og advokatum m.a. teimum, sum hava smíðað okkara stýrisskipanarlóg sigur, at løgtingsformaðurin hevur onga heimild at leggja uppskot av slíkum slagi fyri tingið, at tað er sera óheppið, at formaðurin í løgtinginum blívur politiskur, at tað er ikki rætt at lumpa uppskotið um nýggja vallóg gjøgnum tingið, og at verður uppskotið samtykt, veit eingin, hvat fer at henda og at neyvan vendist aftur.
Tað er uttan iva rætt, at løgtingsformaðurin hevur tosað við allar floksformenninar. Men ivi man vera um trúvirðið, tá sagt verður, at allir góvu honum grønt ljós fyri at leggja uppskotið fram. Fyri tað fyrsta hevur tøgn valdað um spurningar og svar. Fyri tað næsta er ósemja í so gott sum øllum flokkum um uppskotið, og ikki bert tykist samgongan at verða syndrað, men mangt bendir á, at tað sama er um at henda við einstøku flokkunum bæði innan og uttan samgonguna.
Hava floksformenninir elvt til hesa støðu, hava teir ein álvarsligan forklárings – trupulleika. Politikarar og serliga formenninir fyri tingbólkarnar hava krav upp á eina góða forkláring. Ikki nóg mikið við tí: Tað sama hava so sanniliga valfeløgini og fram um alt veljarin, sum um skamma stund skal á valstaðið av nýggjum.
Tað er rætt, sum Kristian Magnussen, formaður fyri tingbólk javnaðarfloksins sigur : Løgtingsformaðurin sendi eitt missil inn í samgonguna. Hetta hevur klovið samgonguna, hevur syndrað flokkar og er við at niðurbróta okkara fólkaræðisligu skipan. Eitt álop á fólkaræðið og á alt samfelagið.
Útsøgnir hjá formonnunum prógva, at summir stórliga eru í iva um uppskotið og enn meira ivasamir um úrslitið. Onkur er beinleiðis ímóti, meðan flestu teirra royna at heilgardera. T.d. sigur Høgni Hoydal, formaður tjóðveldisins, seg taka undir við einum valdømi: undir ávísum fyritreytum, eitt nú størri og sterkari kommunur og einar sjálvstøðugar Føroyar. Torført er at tulka slíka útsøgn í verandi støðu, um hugsað verður um føroyskar kommunur og ríkisstøðu Føroya. Samstundis letur hann eftir øllum at døma eitt tjóðveldisumboð úr hvørjum av veikastu økjunum, Suðuroy og Sandoy, taka støðu ímóti uppskotinum.
Nú er løgtingsformaðurin, fyrrverandi formaður sambandsfloksins, um at vinna politiska stríðið á Føroya løgtingi. Málið kemur fyri týsdagin. Ímóti vilja løgmans var meiraluti í rættarnevndini fyri einum valdømi í stundini, hetta tí at núverandi formaður sambandsfloksins gekk ímóti avtaluni millum floksleiðararnar um at “dyrka” eitt semjuuppskot frá løgmanni um at samtykkja málið við ígildiskomu eftir komandi val.
Sostatt er sannlíkt, at tingið samtykkir, at Føroyar nú verða eitt valdømi. Hetta kemur illa við hjá 2/3 av Føroya fólki, men kann vera hent fyri ávísar politikarar, ikki minst slíkar, sum uttan at vera órógvaðir av veikaru økjum landsins, vilja sleppa at raðfesta nýtsluna av landsins peningi, eftir egnum áhugamálum og kortini framhaldandi kalla tað landspolitikk.
Tilgongdin varð, sum stjórnmálafrøðingurin segði, sigld undir følskum flaggi, men komandi eina valdømið Føroya kann vinda hentleikaflagg á stong. Hentleikaflagg verður nýtt í øðrum høpi, men verður ofta sett í samband við heldur ivasama ábyrgdarkenslu.




