Harley
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eitthvørt má gerast við fiskaframleiðsluna á landi

John William Joensen

Eg dugi illa at síggja, at vit í heila tikið fara at hava nakra fiskaframleiðslu á landi í Føroyum, um ikki eitthvørt verður gjørt við karmarnar hjá vinnuni, sigur Jóhan Páll Joensen, stjóri á Maru Seafood PF sum umsitur feløgini Eystís, Norðís og Vestís.

Fiskavinnan á landi vinnur ikki pening fyri tíðina. Samlaða fiskivinnan í Føroyum koyrir í løtuni við einum nulli á niðastu linju í roknskapinum ella kanska við einum lítlum halli í meðal.
Tey virkini, sum frysta hýsu og upsa hava higartil koyrt við halli, men eisini saltfiskaframleiðslan á landi er kroyst í løtuni.
Tá tosað verður um frystu hýsu og upsaframleiðsluna, so er fleiri óhepnar orsøkir til at tað gongst so striltið fyri tíðina.
Eitt eru valutaumstøðurnar. Enska pundið er fallið eini 20% í virði seinastu árini og dollarin er farin niður við umleið 30%.
Hetta hevur havt við sær eitt ógvusligt trýst á enska marknaðin. Tá tosað verður um hýsuna, so er tað soleiðis, at íslendski útflutningurin, sum fyrr fyri stóran part fór til USA, nú orsakað av lága dollaravirðinum heldur fer til Onglands. Harafturat kemur, at hýsukvotan í norðsjónum er ongin og hetta hevur við sær, at ensku virkini venda sær eitt nú ímóti føroyum at keypa hýsu. Tað hevur eisini við sær at útflutningurin av hýsuflaki úr Føroyum, skal kappast á enska marknaðinum við útflutningin úr Føroyum av rundari hýsu. Ensku virkini fáa umframt lágt kostnaðarstøði, nógvan almennan stuðul, og harafturat framleiða tey ikki fryst fløk, men fesk og hevur helst við sær at hesi ensku virkini kunnu í summum førum bjóða hægri prís enn virkini her á landi.
Tá tosað verður um upsaframleiðsluna í Føroyum, so fær frysta upsaflakið eisini stóra kapping frá Alaskan Polloc. Orsøkin er eisini lági dollarakursurin, tí tá upsin har yviri verður keyptur inn í dollarum og dollarin er fallin við 30 prosentum, so loysir tað seg væl hjá framleiðarunum at útflyta upsa á  marknaðin í Evropa til kappingarførar prísir ímóti okkara upsaflaki.
Tá tosað verður um saltfiskaframleiðslu, so hava vit higartil staðið okkum betur á hesum øki. Her er orsøkin fyrst og fremst at saltfiskurin verður seldur í krónum, ístaðin fyri dollarum ella pundum og harafturat hevur føroyski fiskurin fyrsta prioritet hjá keyparum í eitt nú Spania og orsøkin er heilt einfalt hon, at fiskurin, sum er fiskaður við Føroyar verður av teimum mett at hava betri kvalitet enn fiskur aðrastaðni fra, eitt nú tí at roggið er hvítt mótvegis íslendska fiskinum svart royggj
Men fyri alla fiskaframleiðslu á landi dregur tað eisini niður, at lønarkostnaðurin er farin upp við umleið 1 krónu fyri kg ráfisk tey seinastu árini og hetta hevur heilt einfalt við sær, at virkini hava eina krónu minni at keypa fyri.
Uppá fyrispurning okkara til Jóhan Páll Joensen, um hann metir at virkini her á landi tekniskt eru kappingarfør við eitt nú tey í onglandi, sigur hann, at tað er onki at ivast í at okkara virkir eru minst líka framkomin sum teirra, men vit vita ikki neyvt um framleiðslukostnaðin á virkjunum í Onglandi, men hinvegin vita vit, at tey fáa nógvan studning.
Vit spurdu eisini Jóhan Páll Joensen um kappingina um føroyska fiskin sum heild. Jóhan Páll sigur, at vit vita ikki um tað samanlagt gevur skipunum meira at selja fisk í Onglandi enn í Føroyum.
Vit hoyra ofta um góðar sølur í Onglandi, men um vánaligu sølurnar hoyrist sum vera man onki, sostatt er ógreitt, um tað samanlagt í longdini loysir seg betur at selja rundan fisk beinleiðis á enska marknaðinum ella ikki.
Føroyskir keyparar sum keypa til framleiðslu, ynskja ikki í prinsippinum avmarkingum, men at keyp og søla á førysku rávøruni kemur at ganga fyri seg til vanligar marknaðartreytir.
Samanumtikið stúri eg fyri, at um ikki eitthvørt munagott verður gjørt, so kunnu vit vænta at nærum øll fiskaframleiðsla á landi so líðandi steðgar, árini framyvir, sigur Jóhan Páll Joensen, stjóri á Eystís at enda í viðtalu við Norðlýsið.

Harleyfacadeacryl