Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eitur ikki Havnin í Ánunun men Norðhavnin

Oliver Joensen

Vit koma hervið við eini áheitan á KVF og aðrar sterkar miðlar

Tað eru fleiri, sum hava lagt til merkis, at tá serliga Kringvarp Føroya umtalar Norðhavnina, sum ídag hevur sera nógvar vitjanir, og ofta verður umtalað, at teir brúkar orðið “Teir hava lagt veiðuna upp í Ánunum”, ella at “nú kemur aftur eitt ferðamannaskip í Ánirnar”.

Føroyingar, og kanska serliga teir, sum ikki búgva tætt uppat einum øki, og tí lítið og onki kenna til tað, brúka ofta bara, sum danir plaga at siga “eitt henslængt udtalelse”. Hetta átti ókkara Kringvarp Føroya ikki at gjørt.

Tí fer Norðlýsið at heita á serliga Kringvarp Føroya, sum er ein sterkur stovnur, sum nógv fólk lurtar eftir og tí tekur við útsagnum teirra at brúka heitið og rætta navnið, sum tað er navngivið “Norðhavnin”.