Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eivind Jacobsen keypt Litavalhandilin

Oliver Joensen

Eivind Jacobsen av Strondum hevur keypt partapeningin í JH-møblar og partafelagnum M&J í Klaksvík.

Eivind Jacobsen man vera kendur í Klaksvík, sum maðurin, ið stillaði upp til val í Norðoyggjum eftir at hava verið borgarstjóri á Strondum, og maðurin, ið var við til at keypa Klaksvíkar Timburhandil frá teimum á Høvdanum í Klaksvík.
Ídag hevur hann undirskriva sáttmála um keyp av bygninginum hjá JH-Møblar úti í Klaksvík og eisini hevur hann keypt rakstrarfelagið M&J.
Tað eru brøðurnir Jógvan og Markus, hava att feløgini bæði.