Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Eivind Jacobsen, valevni Fólkafloksins

Eivind Jacobsen

Burtur við veiðubanni og tilfeingisrentu

Eivind Jacobsen, valevni Fólkafloksins

 

Burtur við veiðubanni og tilfeingisrentu

 

Góðu tit á havinum og á virkjum á landi

Manningar eiga ikki at gjalda tilfeingisrentu. Løgtingini eigur ikki at blanda seg sáttmálasamráðingar. Landskassin, betalur tað sum tað kostar, tí Løgtingi hevur gjørt feilin.

Eg eri vísur í, at eg kann fáa løgting at skilja og síðan Havstovuna og ICES at lurta eftir fiskimanninum.

Hendir tað ikki, so verður landgrunnurin stogndur eftir vísindaligari ráðgeving. Tað er hent í Bretlandi, Eystursjónum. Vit vita hvat fer at henda. Úrslitið av tí síggja vit eisini á Føroya Banka. Hetta hevur verið ávegis í 20 ár. Um tit ynskja hetta broytt so eiga tit at velja meg.

Tjóveldisvalevnir hava gloymt, tá Heini í Kunoy í 2010, bleiv spottaður og ikki taldi við í Tjóveldi, tá tað var fiskivinnupolitikkur. Tey innvaldu verða úr Havn og tey lurta eftir serfrøðini og harvið stongja tey føroyagrunnin og øll fiskavirki á landi.

Eg vóni og vænti at veljarin skilur álvaran í støðuni. Vónandi letur hann seg ikki lokka av lokalum valevnum, sum siga annað enn Tjóveldi og Javnaðarflokkurin standa fyri.

Sjálvt Sambandsflokkin eiga vit at ræðast. Tað valdast hvør verður innvaldur, men stórsti parturin av valevnunum fylgja vísindini, sum Jóhan Dahl eisini gjørdi, tá hann var fiskimálaráðharri.

At ganga ímóti vísindini, ICES, Havstovuni, fjølmiðlum v.m. krevur nógv. At fáa tey at skilja sjómannin krevur uppaftur meira og vísindalig argument.

Tað verða fá sum megna tað. Tit vita, at undirritaði hevur rygg at standa við sína meining og tekur eitt tak fyri onnur, tá tað er neyðugt.

Heini í Kunoy bleiv offraður, tí hann bjargaði heimaflotanum. Nú 12 ár seinni standa heimaflotin, flakavirkir og avleidd vinna aftur í somu støðu.

Føroya Banki, Eystursjógvur og aðrastaðni við visur, at verður tað stongt, so letur ongantíð uppaftur.

Valið er tykkara.

Um tú ynskir broytingar… Um tú ynskir tingfólk sum avrika…

Ynskja tit at bjarga fiskivinnuni á Føroyagrunninum, so er eitt at gera!

X við Eivind Jacobsen, valevni Fólkafloksins.