EIVIND liggur í Hvalvík, meðan hann bíðareftir landingartørnið í Kollafjørði, har teir leggja veiðina á frystigoymslu. EIVIND er frystilínubátur úr Sandavági. Teireru júst afturkomnir undan Íslandi. Hava ikki meira kvotu eftir har, og fara aftur undir Føroyar.Eivind er nakað nýggjur í føroyska línuflotanum.Bygdur í Noreg í 1988.
Eivindvarð keyptur úr Norra í marts mánaði. Kom í flotan fyri Venus. Aftaná at verða klárgjørdur til hendafiskiskap og nøkur nýggj tól umborð, fór hann royndartúr undir Føroyum 14dagar, og so varð lagt til Íslands, har hann nú hevur havt 3 túrar, samanlagtumleið 530 t. Avhøvda og fryst. Við bátinum eru 14 mans.
Reiðarin er Hálvdan Gudmundsson úr Sandavági,sum hevur fingið sær skiparan Jan Vang á Norðskála at føra bátin. Jan býr saman við konuni Elin á Norðskála saman við børnum teirra, iðeru trý. – og eftirnølari er á veg. Jan Vang er ungur maður enn; var burtur, menfekk sær útbúgving uppi á landi sum málari í Havn.
Sjógvurin hevur ivaleyst drigið, tí seinni skiftihann aftur og fór uppá skúla – skiparaskúla. Jan hevur nú verið skipari ífleiri ár, og er kendur sum ein av royndu skiparunum í flotanum.
Ein slíkur bátur er jú meira enn hálv fabrikkeisini, so nógv er at ansað eftir. Maskinmeistari er Jógvan Sólsker avOyrabakka.
Hetta við frystilínubátum er heldur ókent herhjá okkum. Hildið varð, at fólk ikki støðaðust ; ikki vildi vera so leingiburtur. Tað gongur hampuligt nú, sigur skiparin, sum blíður vísti okkum runt áskipinum; nú ein hvíld er heima. Fólk arbeiða umborð, meðan hann liggur við kaj. Altið er okkurt at innstilla og bøta um. Hampuligt er tað ovasta skiparin nýtir sumlýsingarorð!
Manningin telur 14 mans og er ymiska staðnifrá. Tveir eru úr Pólandi og hava verið við hesum reiðaríðnum í seks ár, soteir kenna sjólívið. Henda túrin var veiðan toskur, longa og nakaðav brosmu.
Teir hava sølumann og selja sjálvir kringheimin, fyri at fáa besta prísin. Frysti fiskurin er ikki so eftirspurdur, sumfeskur fiskur, tó at hesin fer beinleiðis í frost, tá hann er avhøvdaður ogvaskaður. Tað gongur bara 4 tímar, so er fiskurin pakkaður í eskjur og lagdur ífrystilastina, næstan uttan at vera nortin við.
Nakrir fáir frystulínubátar er nú í tí føroyskaflotanum. Afturat Eivind er tað Ågot, Kambur og Klakkur.
Teir kendu línubátarnir komu fyrst í 60 árunum. Føroyingar lótu teir byggja, ogvar hetta ein kolvelting úr tí, sum var frammanundan. Vit fiskaðu alt ogallastaðni, og tað gekk væl.
Tíðirnar eru broyttar og kvotir settar áallastaðni, so ikki er hugsingur ellamøguligt, at skifta henda nú gamla línuflotan við nýbygd før. Hetta hongur tíanverri als ikki saman. Nakrir reiðarar og onnur hava tonkt: Hvat gera vit fyri atbøta um umstøðurnar hjá manningini, og fáa betri og nýggjari skip?
Nøkurfá eru keypt frá norrmonnum sum Eivind. Upprunaliga er hann bygdur í 88, so taðer ein nýggjari typa, ið vónandi kemur at bera til. Inntøkan er hampulig hjáteimum , men onki gullnám!
Sum myndirnar vísa er gjørt ymiskt hugnaligtumborð, fyri at manningin skal trívast.Hetta er annað enn slupplívið, men enn sum áður er tað krevjandi at vera umborðá slíkum bátum, og tú sær ongar gamlar menn har longur, so tað er gott, atroynt verður at gera teimum tað hugnaligari, meðan teir eru burtur. Inni áhvørjum kamari er sjónvarp og fótbóltsprátið er ikki minni har umborð ennheima. Fleiri ganga nógv uppí fóbólt uttanlands eisini. Vita væl og halda við! Haldi meg vita, at skiparin er gamal KÍfjeppari, men annars er skiparin Jan Vang mest kendur innan judoheimin, harhann var sera knáur sum yngri.
Viðlagt er 48 myndir tiknar av Eivind ogumborð, sum liggur við kaj í Hvalvík beint nú, har vit her síggja skipið ogarbeiðsdekki við fabrikkini. Teir leggja upp í Kollafirði í morgin.




