Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eivind Petersen
in memoriam

pmp

Eivind Petersen

13. januar 1928 – 20. oktober 2017

in memoriam

Eg sá teg mangan spelknan standa

blíðan handan krambaborð,

har tú kundum gekst til handa

blíðmæltur við hvørt títt orð.

Krambúð tín tó ei var staðið,

har tú bert fekst dagligt breyð,

nei, her mangan gott var lagið,

hugnaprát um fisk og seyð.

Her tey møttust lagnuløtu,

her tey nutu gleðistund,

her tey løgdu stilt á gøtu,

her tey hildu fróðarfund.

Friðarlig nú stendur skiva,

tøgn er báðu megin borð,

tí nú liðugt er at liva,

sløkt er smíl, og tagnað orð.

Hálvmørk har tú ungur tráddi

fyrstan tíni krambaspor,

har tú sáð til stórverk sáddi,

lívsins fræ til vælakor.

Kirkjan tær var himnaglotti,

her tú tænti alt títt lív,

her tú trúarvissu átti,

skírdi børn og festi vív.

– – – –

Góði Eivind, tøkk eg sigi,

nú tú fórst í annað hold,

holli vinur: Hvíl í fríði

ævinleikans blund í mold.

– – – –

Tit, sum øll nú syrgin sita,

eftir har sum Eivind stóð,

eiga eftir vakran vita,
– gleðiblunk og minnir góð.

pmp

Harleywoodpaint