Hetta er einasta konsertin hjá Eivør í Føroyum á hesum sinnið, og er eisini tann seinasta á konsertferðini hjá Eivør & Ginman. Atgongumerki eru eftir enn til konsertina.
Hetta er einasta konsertin hjá Eivør í Føroyum á hesum sinnið, og er eisini tann seinasta á konsertferðini hjá Eivør & Ginman. Atgongumerki eru eftir enn til konsertina, ring 238070.
Torført er at seta orð á tónleikastílin hjá Eivør & Ginman After Dark, men tað er onkursvegna myrkur, elektro popp jazzur ið hevur eitt vet av David Lynch yvir sær.
Eivør kenna teir flestu føroyngar nógv til, men vert er at nevna, at Eivør júst hevur vunnið danska heiðursløn, sum ársins tónasmiður í Danmark. Forkvinnan í DJFBA segði soleiðis um Eivør:
– Tá hon syngur, sita vit trøllabundin. Vit smakka regnið, síggja grønu líðirnar og klettarnar. So hoyra vit suðið frá havinum og megina í hennara rópum, sum aftur verður til teskan og orð, sum danda á ljóðbylgjunum í rúminum. Og har – mitt í øllum – kennir hvør einstakur, hvussu hon bjóðar okkum vælkomnum heilt inn í heita hjarta sítt. (Elin B. Heinesen, portal.fo, hevur umsett úr donskum).
Lennart Ginman er mest kendur fyri arbeiði hann hevur gjørt saman við Steen Jørgensen frá Sort Sol, Ginman/Jørgensen og so hevur hann arbeitt saman við nønvum sum Thomas Blachman, Steffen Brandt, Tina Dickow, Cæcilie Norby og mongum øðrum. Eisini hevur hann fingið fleiri stórar viðurkendar prísir fyri sítt arbeiði sum produsari, bassistur og komponistur.
Konsertin verður í kvøld, 5. oktober kl. 20.00
Dyrnar lata upp kl. 19.30
Kostnaður 220,-
NB! HETTA ER EINASTA KONSERT Á HESUM SINNIÐ, OG EINANS 380 FÓLK SLEPPA INN!
Atgongumerki kunnu keypast við dyrnar ella við at ringja til 238070.




