Ikki kann sigast annað enn at klaksvíkingar, norðoyingar og føroyingar annars hava møguleikar fyri eini rættari uppliving í Leikalund.
Sum kunnugt, fyllir Klaksvíkin 100 ár í ár, og í tí sambandi verður konsert við EIVØR PÀLSDÒTTIR í LEIKALUND leygarkvøldið 6 septembur kl 21:00.
Avmarkað nøgd, av atgongumerkjum á 150 krónur, fáast í forsølu í LEIKALUND.




