FRIGG: Eins og so ofta fyrr, rúnarbant Eivør Pálsdóttir aftur í kvøld mannamúgvuna, hon spældi fyri. Við hennara eggjandi, reinu og høgu rødd megnaði hon aftur at tekkja fólk, ja næstan upp á pallin.
FRIGG: Eins og so ofta fyrr, rúnarbant Eivør Pálsdóttir aftur í kvøld mannamúgvuna, hon spældi fyri. Við hennara eggjandi, reinu og høgu rødd megnaði hon aftur at tekkja fólk, ja næstan upp á pallin.
Eivør er nærverandi í sínum framførslum. Hon megnar at draga ein og hvønn við á hennara songferð.
Tað var stilli, einki sirm, og tað gjørdi eisini sítt til, at hon aftur í kvøld kom væl frá síni framførslu.
Norðlýsið plagar ikki at vera sangummælarin, men føroysku songdrotningina kunnu vit ikki lata fara aftur við borðinum.
Veit ikki hvussu nógvar stjørnur, vit hava at velja ímillum, men Eivør fær tær allar.




