Lítið gott er at siga um veðrið, soleiðis sum tað hevur skikkað sær seinastu dagarnar, men einki er so ringt, at tað ikki er gott fyri okkurt.
Lítið gott er at siga um veðrið, soleiðis sum tað hevur skikkað sær seinastu dagarnar, men einki er so ringt, at tað ikki er gott fyri okkurt.
Hóast tað er turt í dag, so var rættiliga nógv avfall í gjár, og vindurin er framvegis nógvur. Á heimasíðuni hjá SEV sæst, at 67 prosent av el-framleiðsluni í løtuni stavar frá vatni og 25 prosent frá vindi. Einans 8 prosent stava frá olju.
Sambært veðurforsøgnunum fer vindurin at minka spakuliga í dag.




