Streymur er komin aftur í tunnilin og sum støðan er í løtuni verður hann ikki stongdur, sigur Bergur í Garði
Fyri løtu síðan høvdu vit samband við Norðoyatunnilin og har var støðan batnað.
– Vit hava ligið í streymloysið síðan seinrapartin í gjár og ljós-, pumpu- og trygdarskipanin hava verið óvirknar.
– Tunnilin hevur ligið sum eitt svart hol og tí hava vit fleiri ferðir umhugsað at stongt hann.
– Men av tí at koyrilíkindini eru so vánalig – hevur ferðslan verið lítil og eingin.
– Tí hava vit ikki mett at vandi hevur verið á ferð og næstan einki bilos er í tunnlinum.
Elverkið á Strond álitið
– Vit hava stóranpart av degnum roynt at fingið elveitingina úr Eysturoynni í lagið aftur – men boðini frá SEV vóru, at tað fór at taka drúgva tíð at fáa EL til tunnilin orðsaka stórar skaðar á el-veitingina í eysturoynni.
– Tí hava nú fingið fatur á el-veiting frá Klaksvík – so nú er tað EL-verkið á Strond sum er áltið.
Fara neyvan at stongja
Bergur í Garði sigur við Norðlýsið at nú eru vatnpumpurnar aftur farnar í gongd og partar av trygdarskipanini virka aftur.
– Sum støðan er í løtuni verður tunnilin ikki stongdur.




