Harleywoodpaint

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eldrabýlingar!

John William Joensen

Í hesum døgum byrjar størsta útbygging á ellis- og røktarheimsøkinum í Føroyum nakrantíð, skrivar Dennis Holm úr Vági m.a.

Í hesum døgum byrjar størsta útbygging á ellis- og røktarheimsøkinum í Føroyum nakrantíð. Hundraðtals milliónir verða brúktar til at byggja nøkur hundrað ellis- og røktarheimspláss kring landið. Brúkarar av hesum heimum fáa eitt kamar í part, sum er umleið 20 m2 og hartil kemur so eitt baðiverilsi á umleið 5 m2. Hetta er hátturin ella normurin fyri bygging av ellis- og røktarheimum í Føroyum.

Foreldur míni, nógv av teirra vinfólkum og fleiri av mínum vinfólkum við eru komin somikið til árs, at tey eru potentiellir brúkarar av hesum ellis- og røktarheimum. Men eingin av hesum fer sjálvboðin at flyta úr rúmligu sethúsum sínum í hetta lítla kamar á ellis- og røktarheimi, har tú skal bæði sova, uppihalda tær, lesa, surfa á internetinum, hyggja sjónvarp o.s.fr. Og tá børn og avvarandi koma framvið til eitt privat prát, so verða tey boðin inn í sovikamarið, inn í songina til eitt prát og ein kaffimun…

Nei, eldra- og røktaríbúðir í eldrabýlingum eru eitt betri og virðiligari tilboð til okkara eldri.

Hundraðtals mió. kr. til eldrabústaðir
Hesir seinastu mánaðirnar hevur kjakið um bygging av ellis- og røktarheimum fylt nógv í fjølmiðlunum og í politiska kjakinum í Føroyum. Nógv bendir eisini á, at ymsastaðni í landinum er akuttur tørvur á fleiri ellis- og røktarheimsplássum, kanska serliga á røktarheimsplássum, og hava fjølmiðlarnir eisini víst á, at hetta m.a. er støðan í høvuðsstaðarøkinum.

Væl stuðlað av landinum – og hetta er ein sjálvfylgja! – verður komandi tvey árini sett gongd á bygging av hundraðtals av eldrabústaðm kring landið. Landið hevur í tíðarskeiðinum 2009-2011 sett av 95 mió. kr. til útvegan av búplássum á ellis- og røktarheimum og eldrasambýlum. Ellis- og røktarheimspláss verða í mesta lagi stuðlað við 700.000 kr. pr. búpláss, meðan stuðulin til eldrasambýlispláss er í mesta lagi 80.000 kr. pr. búpláss.
Lítið er at ivast í, at neyðugt er at nøkta ein akuttan tørv á eldrabústaðum(røktarheimsplássum) ymsastaðni í landinum, men tá tað er sagt, so mugu vit at tora at seta spurningar, tora at viðgera og ikki minst tora at kjakast um, hvat slag av eldrabústaðum rættast er at byggja, nú hundraðtals milliónir krónur skulu brúkast til at byggja eldrabústaðir.

Arbeiðspláss ella bústaðartilboð til tey eldri?
Seinastu mánaðirnar hava borgarstjórar kring landið fleiri ferðir ført fram, at ein av høvuðsorsøkunum til, at tey hava søkt um stuðul til at byggja ellis- og røktarheim er, at hesi heim skapa arbeiðspláss. Jú, eitt ellis- og røktarheim er eitt stórt arbeiðspláss, men tað primæra má vera, at vit byggja heim, sum tey eldri og komandi ættarlið av eldri (vit), vilja búgva í. Tí eldrabústaðir eru jú fyrst og fremst eitt bústaðartilboð til okkara eldri borgarar og ikki fyrst og fremst eitt arbeiðsskapandi tiltak. Men hesin táttur tykist ikki fylla nógv í kjakinum.

Hvat ynskja tey eldri?
Í 2003 varð í Vágum gjørd kanning millum tey eldri og komandi eldra-ættarlið (øll, sum vóru 65 ár og eldri) um, hvørji ynski tey høvdu til framtíðar bústað í teirra aldurdómi (Granskingardepilin fyri Samfelagsmenning, 2003). 60 prosent av teimum spurdu søgdu, at tey ynsktu eina eldraíbúð (45%) ella pláss á einum eldrasambýli (15%), tá tey skuldu flyta úr verandi heimi. 10 prosent søgdu, at tey ynsktu pláss á einum røktarheimið, meðan 10 prosent vístu á vardar íbúðir, demensheim ella annað. Smá 20 prosent søgdu seg ikki vita.

Áhugavert er, at kanningin vísti, at 90 prosent mettu, at umstøðurnar at búgva heima vóru nøktandi og skoyttu nógv uppí, at tey ynsktu at búgva heima sum longst og fáa tænastur í heiminum.

Mær vitandi eru ikki gjørdar kanningar líkari hesari (har tey eldri eru spurd) aðrastaðni í landinum, men óhugsandi er ikki, at mynstrið kring landið er líkt tí í Vágum. Hóast hetta, so fara vit í næstum at byggja eitt stórt tal av ellis- og røktarheimsplássum. Spurningurin er, um vit byggja eldrabústaðir, sum komandi ættarlið av eldri ynskja at búgva í?

Komandi ellisheim og komandi eldraættarlið
Í hesum døgum er farið undir byggingina av ellis- og røktarheiminum í Vági, sum kommunurnar í sunnaru helvt í Suðuroy lata byggja við stuðli frá landinum (hetta heimið er brúkt sum dømi, tí tað er tað mest aktuella dømi, men talan kundi eins væl verið um okkurt annað ellis- og røktarheim í landinum). Ellis- og røktarheimið í Vági verður bygt við 24 búplássum, har hvør brúkari hevur eitt kamar, sum er tilsamans umleið 27,5 m2 til støddar (íroknað er baðiverilsi, sum er umleið 4,5 m2 til støddar). Møguleiki verður fyri at leggja tvey kømur saman, um hjún koma á heimið. Heimið verður bygt í eindum, soleiðis at 6 kømur hava eitt felags uppihaldsøki við stovu og køki. Ellis- og røktarheimið í Vági er mett at kosta umleið 52 mió. kr. ella 2,16 mió. kr. pr. búpláss.

Hetta er tað fyrsta av fleiri stórum byggjaríum av ellis- og røktarheimum í landinum komandi árini. –Og tá hetta, sambært arkitekti, er normurin, sum ellis- og røktarheim verða bygd eftir í Føroyum í dag, er ikki óhugsandi, at fleiri onnur heim verða bygd lík hesum. Men hvørjum brúkarum er hesin normur lagaður til, hvørji eru tey komandi eldri, sum skulu brúka hesi nógvu eldrabúplássini kring landið?

• Komandi ættarlið av eldri og eisini ein stórur partur av teimum, sum í dag eru komin til árs, hava ein heilt stóran part av lívinum búð í egnum bústaði, har tey hava havt hampiliga gott pláss – køk, stovu, fleiri sovikømur, baðiverilsi, urtagarð / økið rundan um húsini og so framvegis. Tey hava havt góðar umstøður til privatlív í egnum bústaði. 

• Ein munandi partur av komandi ættarliði av eldri borgarum eru væl tryggjað við pensjónsskipanum og við íløguni í egin sethús, sum ofta standa í lítlari skuld. Tískil eru tey fíggjarliga hampiliga væl fyri í teirra aldurdómi og hava av somu orsøk eisini fíggjarliga fríheit til at gera onnur val enn farin ættarlið av eldri. 

• Komandi ættarlið av eldri eru von við sjónvarp, parabol, internet, við bil, við at ferðast víða – eru stutt sagt von við at hava nógv at velja í og eru von við at hava fríheitina til sjálvi at velja. 

• Komandi ættarlið av eldri eru varug við týdningin av góðari heilsu, og alsamt fleiri tykjast leggja dent á tað at ansa væl eftir egnari heilsu (við at røra seg / motionera). Læknavísindin gerst eisini betri, og er hetta eisini við til at geva okkum møguleika fyri góðari heilsu stóran part av lívinum. 

Er omanfyrinevnda heildarmynd av okkara eldri á einari leið, so dugi eg ikki at síggja, at tey ellisheimini, vit nú byggja, eru eitt tilboð til komandi ættarlið av eldri – í øllum føri ikki um heilsan og viti loyvir øðrum, og tá verður ikki talan um ellisheim, men um røktarheim ella demensheim. Við øðrum orðum fara vit bert á ellis- og røktarheimini kring landið, um vit av heilsuávum eru noydd til tað.

Hvussu ber tað til, at vit hava valt at byggja eldrabústaðir í stórum tali á ein hátt, sum samsvarar so lítið við tann veruleika, sum fólkið í landinum dagliga livir í?

Hví læra vit ikki av øðrum?
Ældresagen – felag teirra eldri í Danmark – arbeiddi øll 1980árini miðvíst við at fáa donsku myndugleikarnir til at broyta hugburð tá umræður bygging av eldrabústaðum. Í 1988 varð í Danmark við lóg sett forboð ímóti at byggja ellisheim við einum rúmi pr. brúkara. –Ella sagt øðrvísi er tað í Danmark ikki loyvi at byggja tey ellisheim, sum vit nú byggja í stórum stíli í Føroyum. Forboðið varð tó linkað í 1996, tá ein ”plejehjemsreformur” heimilaði til at byggja røktarheimsbústaðir við tveimum rúmum (afturat egnum baðiverilsi) til tey elstu og veikastu í samfelagnum (Arkitekten 2006). Men í Danmark verður í dag politiskt og fakliga staðfest: “Fremtidens ældrebolig er almindelige boliger”, har tænastur verða veittar í heiminum (sí t.d. Arkitekten 2006 og Sosialdemokraternes kommunalpolitiske valgprogram 2005)

Síðan síðst í 1980unum eru nógv av teimum ótíðarhóskandi donsku ellisheimunum – tey við einum rúmi/kamari og tilhoyrandi baðiverilsi (lík teimum, sum vit nú eru farin undir at byggja) – umbygd til eldraíbúðir, skúlaheim og ungdómsbústaðir, tí tey í verandi líki vóru ótíðarhóskandi sum eldrabústaðir.

Síðan 1987 er talið av ellis- og røktarheimsplássum í Danmark minkað við 37.400 plássum. Men í sama tíðarskeiði eru bygd 55.000 nýggjar eldra- og røktaríbúðir. Miðalstøddin á teimum nýggju eldrabústaðunum í Danmark er 73 m2 (Ældreboligrådet 2008) og fevnir hetta arealið oftast um kamar/kømur, baðiverilsi, køk og stovu, gong og felagsrúm antin í sama bygningi ella í øðrum bygningi. Hóast hesa broyting so eru framvegis “9.503 dårlige plejehjemsboliger, der er mindre end 15 kvm” í Danmark (Ældresagen 2009) – hesi vánaligu røktarheimsplássini, sum Ældresagen umrøður, eru lík teimum, vit nú byggja í Føroyum.

Sambært danskari lóggávu verður stuðul latin til bygging av eldrabústaðum til einlig, sum eru í mesta lagi 65 m2, og til pør í mesta lagi 85 m2 (Ældreboligrådet 2008). Í Danmark verður skilt millum tvey sløg av eldrabústaðum: eldraíbúðir og røktaríbúðir. Tey, sum eru likamliga væl fyri búgva í eldraíbúðum, meðan tey, sum krevja røkt, búgva í røktaríbúðum.

Ellisbýlingar í staðin fyri ellisheim
Seinnu árini eru í Danmark bygd fleiri nýggj sløg av eldrabústaðum. Hesir eldrabústaðir eru bygdir í smáum býlingum við eldraíbúðum og røktaríbúðum (og er talan um bæði leiguíbúðir og eigaraíbúðir). Ein røktardepil er ein týðandi partur av hesum eldrabústaðarumhvørvinum, og verður frá røktardeplinum veitt heimarøkt og aðrar røktartænastur til tey, sum hava tørv á tí. Í býlingunum eru oftani nógvar aðrar tænastur, m.a. felagshøli við t.d. lesisali, venjingarrúmum/fitnesscenter og veitsluhøll. Búfólk kunnu eisini keypa aðrar tænastur í býlinginum, t.d. reingerð og vask av klæðum, um tey hava tørv á tí. Dømi eru eisini um, at matstovur eru í slíkum býlingum, og eru hesar matstovur tá eisini opnar fyri almenninginum. Í hesum eldrabýlingum verður stórur dentur lagdur á at skapa eitt gott og virki lív fyri tey eldri, og er tað eisini vanligt, at ein partur av starvsfólkunum, sum eru knýtt at býlinginum, eru pedagogar, sum skapa aktiverandi tilboð til búfólkið (dømi um hetta er Betty Sørensen Parken í Vejle).

Í Føroyum hevði eisini borið væl til at bygt eftir hesum leisti. Í eini lítlari bygd kann byggjast eldrabýlingur við 4-6 eldra- og røktaríbúðum, meðan á størri plássum kunnu byggjast fleiri eldrabýlingar (t.d. tætt við aðrar býlingar, so ikki gerst talan um eina “eldra-ghetto”). Hesar íbúðir kunnu t.d. byggjast sum tvíhús, raðhús ella íbúðarblokkar. Í stødd kann skiljast millum bústaðir til einlig og pør (danski normurin er frá 65 m2 til 85 m2). Í býlinginum verður eitt felagshús bygt, har røktardepilin og felagshølini halda til.

Í krónum og oyrum vildi uttan iva eisini verið nakað at spart við at byggja á hendan hátt. Eini tvíhús til tvey eldri pør (4 búpláss), sum eru tvær ferðir 80 m2, koma ikki at kosta tær umleið 8,5 mió. kr., sum 4 búpláss á ellis- og røktarheiminum í Vági kosta. Um hvørt búpláss í einum slíkum eldra-býlingi kostaði 1 mió. kr. (sum helst ikki er heilt av leið, tí ein nýggj íbúð á Blómubrekku í Tórshavn, sum er 83 m2 verður seld fyri 1,7 mió. kr. og har er inngongd, gongd, baðirúm, hjúnarrúm, kamar, alrúm (køkur og stova við útgongd til altan), so er tað framvegis meiri enn 1 mió. kr. minni enn kostnaðurin av hvørjum búplássi á ellis- og røktarheimum, ið bygd verða í dag.

Endamálið við eldrabýlingunum er tað sama sum endamálið við ellis- og røktarheimum: At geva teimum eldri eitt bústaðartilboð, har teimum eisini verða veitt tær eldratænastur, tey hava tørv á. Men í mun til eitt-kamars tankan, sum føroyski ellis- og røktarheimini í dag eru grundaði á, so verður talan um íbúðir, har tú í tínum aldurdómi fær rúmligari umstøður og virðiligari kor.

Bygging av eldrabýlingum við eldraíbúðum hevði eisini ført við sær eina størri rotatión á bústaðarmarknaðinum, har fólk høvdu fingið møguleika at sloppi sær av við tey stóru sethúsini og keypt ella leiga sær eina eldraíbúð í staðin. Fyri yngra ættarliðið hevði hetta eisini ført við sær atgongd til bíligari bústaðir, tí tey høvdu sloppið undan at byggja nýtt.

Eldrabýlingarnir høvdu sjálvsagt eisini ført við sær fleiri arbeiðspláss til somu fakbólkar, sum í dag arbeiða á ellis- og røktarheimum. Harumframt vilja aðrir nýggir fakbólkar, t.d. pedagogar, eisini kunna fáa arbeiði á slíkum eldrabýlingunum, um vit velja at ganga somu leið sum í grannalondum okkara. Í so máta er arbeiðsskapandi elimentið eisini inni í myndini, nú nógvar kommunur meta júst hetta hava so stóran týdning.

Eftirskrift
Ætlanin við hesi grein er á ongan hátt at seta niður á tey, sum búgva ella arbeiða á verandi ellis- og røktarheimum kring landið. Ætlanin er at fáa eitt kjak í lag um stóru útbyggingarnar á ellis- og røktarheimsøkinum, sum verða framdar komandi árini, so at vit ikki brúka hundraðtals milliónir upp á loysnir, sum vit ikki verða nøgd við. – Loysnir, sum vit sjálvi ikki høvdu valt, um vit hava vit og heilsuna til at kunna velja annað

Dennis Holm
900 Vágur

Keldur:
Arkitekten 2006: Fortidens og fremtidens boliger for ældre
Granskingardepilin fyri Samfelagsmenning 2003: Ynski og tørvur á eldraøkinum í Vágum
ldreboligrådet 2008: Fremtidens boligpolitik for ældre – udfordringer og forslag
Ældresagen 2009: Pleje- og ældreboliger – Håndbog for ældre- og sundhedspolitiske frivillige