Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Eldrahugni í Betesda byrjar aftur

Betesda

Eldrahugni verður týsdagin 30.09.25. kl. 15.00 – 17.00

 

Poul Færø fer at hugleiða um sítt lív. Poul hevur arbeitt sum málari ein stóran part av lívinum. Tað sum Poul er mest kendur fyri, er sítt virksemi sum trúboðari í Brøðrasamkomuni. Poul hevur ferðast dúgliga um alt landið, har hann hevur vitja samkomur, familjur og einstaklingar, við einum lívgandi orði.

Hervør Sabina á Torkilsheyggi fer at syngja.

Ein góður drekkamuður verður eisini at fáa.