Á nevndarfundi tann 19. mai hjá sjálvsognarstovninum verður ein óvildu frágreiðing løgd fyri nevndina um vatnskaðar
Borgarstjórin í Klakvík er føddur nevndarformaður í sjálvsognarstovinum sum eigur eldraíbúðirnar á Kráarbrekku og Gunvá við Keldu váttar at umfatandi kanningar eru gjørdar.
– Málið um íbúðina sum hevði fingð vatnskaða førdi til at ein óvildu kanning var sett í verk og eg kann vátta at kanningin umfatar eisini aðrar íbúðir.
– Nevndarfundur verður 19. mai og tá verður úrslitið av kanningini lagt fyri nevndina, sigur borgarstjórin í stuttari viðmerking.




