Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eldrasamkoman í Betesda fríggjadagin 24. januar kl. 15

Betesda

Tordur Niclasen fer at greiða frá um Eysturgrønland og Stella Johannesen, sum er ættað úr Grønlandi, fer at syngja grønlendskar sangir.

Tordur Niclasen fer at greiða frá um Eysturgrønland og Stella Johannesen, sum er ættað úr Grønlandi, fer at syngja grønlendskar sangir.

Komandi fríggjadag 24. januar kl. 15 verður so fyrsta Eldrasamkoman í Betesda í ár.

Á hesi Eldrasamkomuni fer Tordur Niclasen, sum hevur verið búsitandi í Eysturgrønlandi í longri og styttri tíð, at greiða frá viðurskiftunum har bæði í arbeiði og hvussu tað kennist at liva millum grønlendingar har á leiðini og fer eisini at vísa myndir frá vøkru náttúruni har.

Samstundis fara vit eisini at hoyra Stellu Johannesen, sum er ættað úr Grønlandi, at syngja grønlendskar sangir. Hon hevur verið búsitandi í Føroyum seinastu seks árini.

Felagssangur er sjálvandi á skránni, høvi verður til at práta saman og ein góður drekkamuður.

Øll eru hjartaliga vælkomin.