Eldrasamkoman verður í Betesda fríggjadagin kl. 15-17
Komandi fríggjadag kl. 15 verður aftur Eldrasamkoma í Betesda.
Hesaferð fer Hanus Hansen, at greiða frá “sjólívinum og tíðini aftaná” og vísa myndir.
Systkini Herdis Klein og Jógvan Mortensen fara at luttaka við sangi.
Sum vanligt verður eisini felagssangur, hugnaprát og ein drekkamunnur.
Øll eru vælkomin.




