icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eldur í bili í Norðoyatunlinum í morgun

Jákup Ósá

Norðoyatunilin var stongdur, tá eldur kom í ein bil, sum var á veg gjøgnum tunnilin.

Norðoyatunilin var stongdur, tá eldur kom í ein bil, sum var á veg gjøgnum tunnilin.

Løgreglan sigur, at ein lítil eldur kom í ein bil í tunlinum í morgun. Men støðan bleiv bjargað, tí ein annar bilførari gjørdi skjótt av og sløkti eldin við einum av eldsløkkjarunum, ið liggur í tunlinum. Løgreglan sigur, at gjørdi hesin ikki skjótt av og bar so so rætt at, so kundi skaðin verið stórur. 
Norðoyatunnilin var stongdur eina løtu, meðan upprudding og kanningar blivu gjørdar. Men nú er hann opin aftur.