Harleywoodpaint
Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eldur í KÍ-høllini

Oliver Joensen

Um miðnáttina í kvøld var eldur í Ítróttarhøllini í Klaksvík. Eldurin var skjótt sløktur, men roknað verður við at høllin hevur fingið nakað av roykskaða.

Tá vit vóru við høllina tá klokkan var farin um miðnátt, segði politiið okkum, at eldur var í rúminum har motorarnir til ventilatiónina eru. Sum skiltist fekk sløkkiliðið skjótt tamarhald á eldinum, men framvegis tá vit vóru á staðnum, var nógvur roykur í høllini og eisini var roykur at síggja koma úr takskegginum.

Harleywoodpaint