Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eldur í Sandoyartunnilinum

Jóhann Lützen

Tað er eldur í sandoyartunnilinum streymoyarmegin. Sløkkiliðsbilar, sjúkrabilar og løgreglubilar eru allir farnir úr Tórshavn á Gomlu rætt

Tað eru bert dagar síðan at eldur var í Sandoyartunnilinum seinast. 

Átaksleiðarin hjá Tórshavnar Sløkkiliði hevur vátta hetta fyri Kringvarpinum. 

Løgreglan skrivar soleiðis á teirra facebook vanga:

Kl. 11.25 fekk alarmsentralurin fráboðan um, at eldur er í einum lastbili umleið 1 km inni í tunlinum. Sløkkilið, ambulansi og politið bleiv beinanvegin sent á staðið.
Sum skilst er sera nógvur roykur á staðnum og tí verða øll óviðkomandi biðin um at halda seg burtur frá økinum.