Teir báðir Peturí Gong og Malvinus í Gong, reka elektronikkverkstað og verkstað til umvælingar av hvítvørum á Bumshamarsvegi 7.
Petur í gong sigur, at teir byrjaðu í smáum fyri umleið einum ári síðani, og síðani hevur tað víst seg at vundið nógv uppá seg við arbeiði til verkstaðin.
Malvinus er radioteknikari, og hevur eisini arbeitt við umvælingum fyri hvítvøruhandil í Havn og hesa servisuna hevur MP-Teknik yvirtikið, soleiðis at ein stórur partur av arbeiðinum hjá verkstaðnum kemur úr Havn.
Men arbeiðið hevur eisini vundið uppá seg í Norðoyggjum og tá vit um ársskiftið eisini keyptu umvælingartól frá AP-Radio, hevur tænastan viðvíkjandi sjónvarpum, radio og øðrum eisini vundið nógv uppá seg. Vit hava eisini tikið okkum av tænastum fyri fólk heima við hús, har kanska eldri fólk hava ilt við at finna útav øllum teknikkinum, at stilla inn fyri tey og annað slíkt.
MP Teknik arbeiðir eisini í hesum døgum við at gera royndir við "kabel TV", har brúkarar á ein bíligari hátt kunnu fáa fatur á júst teimum sjónvarpskanalum tey ynskja. Til endamálið hava teir útvega sær ein stóran parabol, sum teir skulu gera kanningar við, um hvussu nógvar sjónvarpsrásir til ber at taka niður í Klaksvík.
Higartil hava vit ikki gjørt nakað serligt við skip og bátar, men ein lítil byrjan er við Auto HIFI , og eisini HIFI til smærri bátar. Vit eru í holtur við at gera avtalur á ymiskum økjum, sigur Petur í Gong at enda við Norðlýsið.




