Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eli og Hanus venja við B36

Jákup Ósá

 Eli F. Nielsen og Hanus Thorleifsson venja við B36, har teir spæla fyri at fáa sáttmála.

Sámal Ímundarsson, næst formaður í B36, segði við Norðlýsið fyrr í vetur, at U21 landsliðsleikarin Eli F. Nielsen, ið spældi við 07Vestur í fjør, var ein møguleiki, tá teir skuldu styrkja hópin. Eisini hava søgur gingið um, at Hanus Thorleifsson var á veg til B36. Hann spældi fyrru hálvu í fjør við ÍF. Nú B36 hesa vikuna av álvara er farið undir fyrireikingarnar, so hava hesir báðir verið millum leikararnar til venjing. Sostatt er nógv sum bendur á, at teir í fyrstu atløgu spæla fyri einum sáttmála, tí eingin sáttmáli er enn kunngjørdur hjá B36 fyri nakran annan nýggjan leikara enn Alex Mellemgaard. Skiftið hjá Rógva Joensen bleiv sum kunnugt ikki til nakað.