Fríggjadagin 17. desember 2021 letur upp listaframsýning við Eli Smith.
Fernisering verður fríggjadagin klokkan 17:00..
Umframt lættari ábit og okkurt leskandi afturvið, bjóðar Símun Gullaksen vælkomin, og dupultkvartettin úr Ebenezer kemur at syngja tveir jólasangir.
Eli Smith (f. 1955, Tórshavn) hevur síðan 2003 beinleiðis brúkt náttúruna sum sína palett, har ið hann fyri ein part málar við ymsum mjølvaðum náttúrutilfari (sokallaðir grótmálningar) og í næstu løtu sker grót í flísar til meira umfatandi brotamyndir (mosaikk). Tilfarið er bæði úr Føroyum og úr øllum heiminum, og tún listamansins er fult í søgum um sjómenn og onnur, sum hava borið honum fjaldar dýrgripir Skaparverksins. Myndevnini á grótmálningunum eru sum heild ekspressionistisk landsløg, meðan brotamyndirnar serliga fara í dýpdina við bíbilskum myndevnum. Listin stendur ongantíð í stað, og tíðum finnur Eli upp á aðrar nýggjar tøknir, sum eittnú at mála við vatnlitum oman á límað marmordrúss (steinakvarell).
Framsýningin, sum er ókeypis at vitja, hongur uppi fram til til hálvan januar 2022.
Víst verður til almennu corona tilmælini.



