Í morgin týsdagin letur Djóragarðurin í Kunoy upp og opið verður líka til leygardagin í hesi vikuni. Eliana, listarkvinna og djóravinur bjóðar øllum børnum og barnasálum til Kunoyar at vitja Djóragarðin.
Tað er tó ikki heilt ókeypis at sleppa inn, men Norðlýsið var á vitjan í dag, og vit kunnu bara siga at har er mangt áhugavert at síggja og um viðrar, er ætlanin eisini at skipa fyri ponyríðing djóradagarnar í Kunoy.
Niðanfyri nakrar myndir frá í dag.
Um tiltakið skrivar Eliana soleiðis:
Millum Garðarnar 10 í Kunoy
So fara vit aftur at hava opið.
Vit heiðra várinum og hava huglagið har eftir. Tí inni í djóragarðinum er eisini blivið vár. Tað merkir, nógvir spírar og nógvar frískligar farvur, blómur, páskapynt og glað djór.
Nøkur nýggj snýð eru komin avtrat, síðan seinast vit høvdu opið, og onkur av djórunum hava fingið ungar eisini. So tað kann næstan ikki blíva meira várligt.
Vit hava opið Týsdagin, mikudagin og skírhósdag frá kl. 14 til 20
og leygardagin frá kl.14 til 19.
Atgongd til djóragarðin kostar 40 kr fyri vaksin og 20 kr. fyri børn
Kaffi/té/saft og okkurt afturvið kostar 10 kr
Um veðrið verður til tað, verður ponyríðing, sum kostar 20 kr. pr. túr
Eisini verur ymiskt heimagjørt til sølu
Vit gleða okkum at síggja tykkum





























































