Nevndin í SamFelagnum hevur skipað seg av nýggjum eftir aðalfund í apríl. Nýggj forkvinna er Elin Debes, ið tekur við eftir Gesti Hovgaard, sum flytir til Grønlands í nýtt starv. Elin Debes hevur verið næstforkvinna í felagnum seinastu árini. Rógvi Olavson er nýggjur í nevndini.
Í nevndini sita nú Elin Debes, Kári Holm Johannesen, Marita Klein Joensen, Súsanna Holm og Rógvi Olavson.
SamFelagið hevur hetta seinasta skeiðið uppbygt eitt alment savn við ritgerðum hjá føroyskum samfelagsfrøðingum, ið nú eru yvir 30 í tali. Á heimasíðuni hjá SamFelagnum eru harumframt 60 almennar vangamyndir hjá samfelagsfrøðingum at finna.
Felagið hevur seinasta árið skipað fyri fleiri sonevndum PechaKucha-tiltøkum, hvørs endamál hevur verið at geva samfelagsfrøðingum fleiri royndir við at miðla fakligt tilfar á einfaldan hátt. Felagið hevur eisini skipað fyri almennum tiltøkum, ið m.a. hava sett sjóneykuna á óvissuna við veljarakanningum.
Felagið ætlar at halda fram við almennu tiltøkunum, og fer í ár eisini at seta størri fokus á arbeiðsførleikar hjá samfelagsfrøðingum, umframt at felagið fer at hava ein virknari lut í almenna orðaskiftinum.
—
Endamálið hjá SamFelagnum er at virka fyri fakligum íkasti til samfelagskjakið og styrkja ávirkanina hjá samfelagsvísindaligum arbeiði.




