Á samkomu í dag á middegi á bókamessu í Bologna var gjørt kunnugt, at føroyska tilnevningin til Norðurlendsku barna- og ungdómsbókmentaheiðurslønina er bókin Og mamma, sum Elin á Rógvi hevur skrivað og Marjun Reginsdóttir myndprýtt.
Elin á Rógvi er fødd í Tórshavn og er rithøvundur, songkvinna, barnaútvarpsvertur og mangt annað.
Í 2014 fekk Elin á Rógvi Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar Býráðs. Í grundgevingini verður sagt, at Elin hevur prógvað, at hon megnar at endurgeva barnamál og tankar á ein hátt, sum fer beint í hjartað á børnunum. Somuleiðis megnar hon at tvinna ymsar listagreinar – dans, sang.
Elin er sannheitt at siga fjøllistafólk, hon syngur, spælir sjónleik, skrivar á bæði bundnum og óbundnum máli, hevur skipað fyri átaki um mál, hevur spurnarkappingar og týðir.
Elin hevur skrivað søgur í Mína jólabók, vunnið kapping um besta barnabókahandrit í Føroyum í norðurlendskari kapping, ið gjørdist bókin Mánalýsi, sum varð givið út á føroyskum donskum, grønlendskum og sámiskum máli. Hon hevur givið tvær fløgur út: Lort í býin og Jólastrok, tann fyrra var í samband við ein barnasangleik, har Elin hevði leiklutin sum Meyla. Tveir jólakalendarar hevur Elin skrivað, og teir eru framførdur í 2013 og 2014 í Kringvarpi Føroya; tann fyrri er Eg sá ein eingil og tann seinni Nivinaja. Hon hevur eisini skrivað tekstin til sangleikin Sangur í mjørka, sum varð framførdur í Sjónleikarhúsinum fyri at heiðra Hans A. Djurhuus.
Bókadeild Føroya Lærarafelags hevur givið bókina Og mamma út í 2014. Hon er ein stuttlig og undirfundig søga um ein abba og ein hana, sum verða væl. Søgan byggir á ta sannroynd, at børn skilja meira, enn vit halda, og hava eitt vælsignað hugflog.
Tær fantastisku tekningarnar hjá Marjuni Reginsdóttur gera søguna heilskapaða við sínum litum og smálutum. Hetta er ein spelkin og errin hani, sum líkist tær og mær, og sum kortini er heilt sín egin. Umframt hesa bókina hevur Marjun myndprýtt søgur í Míni jólabók síðan 2012.
Á Bókadeildini ynskja vit Elini og Marjuni hjartaliga til lukku við tilnevningini.




