Lýsingastovan KREA hevur hetta farna árið staðið í støðugum vøkstri, og heldur hesin vøkstur áfram. KREA hevur nú sett í starv sín triðja sniðgeva, og hevur KREA sostatt trífaldað talið av sniðgevum uppá eitt gott ár. Nýggjasta starvsfólkið í hópinum er Elin Vatnhamar Olsen.

Elin er ættað úr Leirvík, er 28 ár og hevur seinastu fimm árini búð í Keypmannahavn. Áðrenn Elin fór til Keypmannahavnar at nema sær útbúgving, starvaðist hon millum annað í góð tvey ár á marknaðardeildini í Miðlahúsinum. Í Keypmannahavn valdi Elin at nema sær útbúgving innan Multimediadesign, og eftir tað tók hon eisini eina bachelorútbúgving í miðlaframleiðslu og leiðslu.
Á KREA kemur Elin at taka sær av øllum grafiskum uppgávum, men høvuðsøki hennara verður heimasíðusniðgeving. “Áleið helvtin av øllum heimasíðuvitjanum koma frá eini fartelefon ella teldli, og eru tað tí sera nógvar fyritøkur, ið hava tørv á at skifta heimasíðuna út fyri tíðina”, sigur Reimund Langgaard, stjóri á KREA, og leggur hann afturat: “Eg fegnist stórliga um, at hava fingið enn ein dugnaligan sniðgeva í hópin á KREA.”