21. august í ár gav unga føroyska songkvinnan Elinborg fyrstu EP sína út, ið ber heitið SPOR, ið hevur verið sera væl móttikin, og er Elinborg nú somuleiðis komin við sínum fyrsta sjónbandalagið. Video er til lagið Stormar, ið hon sjálv hevur skrivað orð og lag til.

Upptøkurnar fóru fram í gamla bókhandli í Havn, og tað er Torfinnur Jákupson, ið hevur framleitt, við Haldis Svabo Jørgensen sum stílráðgeva.
EPin hjá Elinborg er til sølu á heimsíðuni hjá TUTL eins og kring landið, og til ber at síggja video her: