– Vit hava sera góð úrslit at vísa á frá 2021-2022 tá Elisabet var fysiskur venjari hjá KÍ og gleða okkum til eina spennandi tíð, skrivar felagið, skrivar KÍ, sum fegnast um at hava fingið 25 ára gomlu Elisabet Vang aftur til felagið, tí hon hevur verið við til at lyft stigi á fysiska økinum í felagnum.
Í vikuni bórust tey góðu tíðindini frá KÍ, at 25 ára gamli fysiski venjari felagsins í 2021 og 2022, Elisabet Vang, nú er komin aftur til KÍ, sum kemur væl við hjá KÍ, nú talið av altjóða dystum økist, og fleiri spennandi avbjóðingar eru fyri framman.
Elisabeth hevur verið handan hav í USA, har hon hevur vant og kappast sum yrkisítróttarfólk innan kappingargreinina ”bikini fitness”. Sum skilst, so flytir hon nú fyribils aftur heim á klettarnar, her hon eitt nú fer at virka innan fótbólt aftur.
Tað var eftir kappingarárið 2020, at Elisabeth og KÍ byrjaðu samstarvið, og hon gjørdist fysisikur venjari hjá besta mansliðnum. Í 2022 gjørdist uppgáva hennara størri og fevndi eisini um Betri-kvinnur og ungdómsliðið at gera, umframt Betri-menn.
Sum Norðlýsið skilir hevur samband seinastu tíðina verið millum Elisabet og KÍ. Okkurt annað felag her heima hevur eisini roynt at fingið avalu við hana, men lukkutíð fall valið á KÍ, og ein sáttmáli er gjørdur.
– Vit eru errin av at kunngera, at Elisabet aftur er ein partur av venjaratoyminum sum fysiskur venjari. Vit hava sera góð úrslit at vísa á frá 2021-2022, tá Elisabet var fysiskur venjari hjá KÍ, og gleða okkum til eina spennandi tíð, skrivar Klaksvíkar Ítróttarfelag uttan tó at upplýsa, hvussu leingi Elisabet Vang verður fysisikur venjari í felagnum á hesum sinni.
KÍ hevur eina rúgvu av dystum fyri framman, og longu mánadagin liggur leiðin av landinum til næstu uppgávuna, sum verður mikukvøldið ímóti BK Häcken í Champions League í Svøríki.
Norðlýsið ynskir Elisabet Vang hjartaliga vælkomnari heimaftur til KÍ og Klaksvíkar og allarbestu eydnu.



