Tað hevur gingið rættuliga væl hjá TB í ár og tí er tað eitt TB lið við sjálvsálitið sum fer á vøllin móti KÍ í dag.
Tað man verða langt síðan at vónirnar til TB hava verið so stórar sum til dystin ímóti KÍ í dag.
Síðan gulltíðina í 70-unum og 80-unum hevur lítið verið at sæð til TB, men við seks góðum útlendingum á liðnum, er TB aftur eitt lið, sum eina kann roknað við, og liðskiparin Óli Jóhannesen sigur at teir gleða seg at møta KÍ.
– Vit hava onkran leikara, sum er eitt sindur ivasamur, annars eru allir tøkir til dystin í móti KÍ, sigur TB liðskiparin, Óli Johannesen.
– Vit hava klára okkum sera væl í ár og er orðsøkin til hetta at vit hava eitt gott lið og harafturat hava vit verið hepnir við teimum seks útlendingunum sum eru á liðnum.
– Serliga eru vit væl nøgdir við málverjan, sum og hevur staði sum ein brandur og miðverjan hevur eisini spælt sera væl.
– Málið hjá okkum er at vinna okkum eitt fast plás í fremstu deildini, nakað sum TB hevur havt sera trupult við seinru árini.
Hví so nógvar útlendingar
– Orðsøkin til at vit hava so nógvar útlendingar er at tað er sera trupult at fáa føroyskar leikarar at flyta suður.
– Tí er tað baði bíligari og lættari at fáa útlendingar hendanvegin, og sum sagt so eru vit sera væl nøgdir við teir sum eru á liðnum í ár.
– Tað er eingin loyna at tað hevur verið ein ávís fráflyting úr suðuroynni seinastu mongu árini og tá tað serliga er ungdómur sum flytur so rakar tað ítróttin hart og trúgvi eg at hetta er høvuðsorðsøkin til at TB ikki hevur megnað at verið millum fremstu liðini seinastu árini.
Leikhátturin
Óli Jóhannesen sigur at hóast TB hevur verið skuldsett fyri at leika í so verjukent, so heldur hann ikki at hetta er heilt rætt.
– Vit leggja stóran dent á at allir eru við at verja tá mótstøðuliði hevur bóltin. Men tá vit hava bóltin royna vit at koma fram á vøllin við nógvum fólki, og royna eisini at spæla fótbólt.
Gleðir seg til at møta KÍ
TB-liðskiparin sigur at hann gleðir seg til dystin í Klaksvík.
– Tað hevur gingið gott hjá okkum í ár og tí er moralurin á liðnum sera góður. Tí gleða allir seg til dystin móti KÍ, og trúgvi eg at tað verður ein heilt spennandi dystur.
Óli vanti tó ikki nógv fólk av Tvøroyri til dystin tí enn var veðrið heldur keðiligt og hevði dysturin verið seinri í summar høvdu óivað fleiri komið.
– Tað eru munandi meiri fólk til dystirnar á Tvøroyri í ár enn tað vóru í fjør. Àhugin fyri TB er rættuliga stórur nú tað gongur betri og tað merkis eisini í daglidegnum á Tvøroyri.




