Tað stendur í samgonguskjalinum at støða skal takast til, hvørjar funktiónir skulu vera á hvørjum sjúkrahúsi – Elsebeth vil nú vita hvat hendir við Klaksvíkar Sjúkrahúsi.
Spyrjari: Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur
Svarari: Karsten Hansen
Spurningur:
Á tingfundi 19. mars 2013 boðaði formaðurin frá omanfyrinevnda fyrispurningi, sum er soljóðandi:
1. Nær fer landsstýrismaðurin at taka støðu til, hvørjar funksjónir skulu vera á Klaksvíkar sjúkrahúsi?
2. Skal uppvenjing framhaldandi vera á Klaksvíkar Sjúkrahúsi?
3. Ætlar landsstýrismaðurin, at urologi, ortopædi og medisinsk viðgerð framhaldandi skal vera á Klaksvíkar sjúkrahúsi?
4. Hvussu ætlar landsstýrismaðurin at skipa føroyska heilsuverkið frameftir, og nær er landsstýrismaðurin væntandi komin til eitt úrslit.
Viðmerkingar
Í samgonguskjalinum stendur, at støða verður tikin til, hvørjar funksjónir skulu vera á hvøjum sjúkrahúsi. Og er hettar sera umráðandi at vita, bæði hjá teimum, sum skulu brúka sjúkrahúsið, og eisini starvsfólki, hvørjar framtíðarætlanirnar eru.
Allir landsstýrismenn, sum hava verið tey seinastu nógvu árini, hava tosað um sama evni, men tíverri hevur hetta ikki ført á mál. Hetta hevur ørkymlað starvsfólkið, tá tey ikki vita, hvat framtíðin hevur at bjóða teimum.
Ætlanin, er at vit skulu fáa meira fyri minni, og sæð í tí ljósinum, hevur tað skund at finna útav, hvar hvørjar funksjónir skulu vera. Í dag verður eitt sindur av tí sama gjørt á øllum 3 sjúkrahúsunum, og átti hetta at verðið gjørt meira rationelt frameftir.
Á tingfundi 20. mars 2013 varð uttan atkvøðugreiðslu samtykt, at fyrispurningurin skal svarast.




