Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Elsebeth og Jákup: Sendi línubátar út á Føroya Banka!

Jákup Ósá

Tinglimir hjá bæði Fólkaflokkinum og Sambandsflokkinum ynskja, at línubátar sleppa á Føroya Banka at royndarveiða.

Tinglimirnir hjá fólkaflokkinum vóru ikki í iva um, at línubátar áttu at sloppið á royndarveiðu úti á Føroya Banka fyri at finna útav, hvat veruliga støðan er har.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur hevði munnligan fyrispurning í løgtinginum í morgun um, hví royndarveiða ikki verður gjørd við ymiskum reiðskapi á Føroya Banka. Jacob Vestergaaard svaraði, at yvirlitstrolingar vóru tað, sum Havstovan hevur mett geva røttu myndina og sum Havstovan ikki sær orsøk fyri at broyta. Sjálvur var hann tó ikki avvísandi fyri, at kanningar kundu gerast við øðrum reiðskapi enn troli.

Jákup Mikkelsen vísti á, at Magnus Heinason ongantíð hevði fingið fisk og tí var at senda línubátar út á Føroya Banka fyri at vísa á, um nakað skil var í trolingunum.

Elsebeth helt, at neyðugt var at fáa kunning um veruligu støðuna á Føroya Banka. Tí royndir siga, at ymiskur reiðskapur kann geva ymiskt úrslit. Edva Jacobsen vísti á tað sama og samanbar við støðuna á Flemish Kap fyrr í ár, tá trolarar einki fingu, meðan línubátar ikki hava havt betri fiskiskap.

Útfrá orðaskiftinum kundi man skilja tað sum, at línubátar í nærmastu framtíð sleppa at royndarveiða á Føroya Banka fyri at lýsa veruligu støðuna har, tí bæði í Fólkaflokkinum og Sambandsflokkinum tóktist tinglimirnir at ynskja hetta og einki beinleiðis mótmæli var.