Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Elsti parturin av Klaksvíkar Sleipistøð verður niðurtikin

John William Joensen

Frimodt Rasmussen, stjóri í KSS, sigur at so skjótt sum arbeiði at taka gomlu smiðjuna niður verður farið undir at byggja eina nýggjan smiðjubygning. Alt sum ber til at varðveita av gomlum amboðum, formum og øðrum verður goymt og brúkt at sýna fram í einum serligum framsýningarhøli.

Elsti parturin av Klaksvíkar Sleipistøð brendi út fyri kortum, og í seinastu viku fóru menn frá NN Betong undir arbeiði at ríva bygningin niður.

– So skjótt sum arbeiði at taka gomlu smiðjuna niður verður farið undir at byggja eina nýggjan smiðjubygning. Alt sum ber til at varðveita av gomlum amboðum, formum og øðrum verður goymt og brúkt at sýna fram í einum serligum framsýningarhøli. Og vit eiga nógv áhugavert í gamla partinum m.a. stoyptu teir síni egnu leiður o.a.

– Samstundis sum vit arbeiða við at byggja nýggjan smiðjubygning, eru vit í samráðingum við russiska reiðaran sum varðar av skipinum, sum rendi á bedingina. Her gongur sera strilti og tí verður umvælingararbeiði neyvan liðugt fyrr enn komandi vár.