Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Elveitingarlógin hevur ikki lokkað fleiri framleiðarar á marknaðin

Helgi Abrahamsen

”Síðani nýggja lógin kom í 2007, er eingin nýggjur framleiðari komin á marknaðin – so vit kunnu spyrja, um lógin hevur virkað eftir ætlan.”

”Síðani nýggja lógin kom í 2007, er eingin nýggjur framleiðari komin á marknaðin – so vit kunnu spyrja, um lógin hevur virkað eftir ætlan.”

Tá SEV fyrr í vikuni hevði ráðstevnu í Norðurlandahúsinum, var Kári Mortensen frá deildini “Orka” á Umhvørvisstovuni, ein av røðarunum. Hann vísti á, at framleiðararnir av el-orku eru teir somu nú, sum eisini vóru í 2007.

Tá Elveitingarlógin, var løgt fyri tingið  í mars 2007 stóð annars í uppskotinum, at málsetningurin við lógini var:

At landsstýrið skuldi fáa yvirskipaðu ábyrgdina av eløkinum

At møguleiki varð fyri fleiri elframleiðarum fyrst og fremst á vindorkuøkinum

At orkuframleiðsla úr varandi orkukeldum so sum úr vatni, vindi o.ø. skuldi økjast

At prísurin fyri ravmagn ikki skuldi verða hægri enn neyðugt við fyriliti fyri veitingartrygd, umhvørvi og øðrum tænastum/skyldum, sum samfelagið hevði mótvegis borgarunum.

Hóast onkur av málsetningunum er rokkin síðani lógin varð sett í gildi, so staðfesti Kári Mortensen, at møguleikin fyri fleiri el-framleiðarum hevur ikki givið nakað  úrslit.

Brúktir og  óbrúktir møguleikar

Nakrar broytingar eru gjørdar á el-økinum síðani 2007:

Vit hava gjørt íløgur í vindorku og tær halda fram, segði Kári Mortensen, men hann vísti eisini á aðrar møguleikar, sum vit framvegis ikki brúka:

Vit brúka ikki sólarorku, hóast møguleikar eru har, og sjóvarfalsorka og káplar til Skotlands og Íslands geva eisini møguleikar, sum vit framvegis ikki brúka, segði hann.

Stóra avbjóðingin eru skipini

Orkunýtsluna á landi kunnu vit gera nakað við tey komandi árini, men skipunum arbeiða vit ikki við í løtuni. Vit vóna tó, at tøkniliga menningin fer at skapa nýggjar møguleikar har, segði hann.

Eitt stig tann rætta vegin móti grønari orku helt hann hevði verið at vit høvdu ymiskar el-prísir og at avgjøld á bilum ikki var í mun til vekt, men heldur í mun til CO2- útlát.

Ráðstevnan hjá SEV varð hildin í sambandi við at felagið verður 70 ár tann 1. oktober.