Video: Eingin varnaðist, tá Týskland sendi leikara á vøllin, hóast liðið hevði útvísing.
Týskvøldið spældu Frakland og Týskland týðandi dyst í millum umfarinum í EM í kvinnuhondbólti, sum er í hesum døgum.
Men okkurt bendur á, at ein gøla av teimum stóru hendi í dystinum. Tí upptøkurnar vísa, at Týskland hevði eina útvísing, men alíkaval sendi ólógan leikara inn, tá liðið skoraði til 17-14. Hvørki dómarar ella dómaraborð reageraðu. Franska hondbóltssambandið hevur kært hendingina.
Dysturin endaði við javnleiki 24-24 og tað hevur týdning fyri Frakland, sum nú skal hava hjálp frá Svøríki í síðsta umfarinum fyri at koma víðari í hálvfinaluna.
Hendingin og meir um hesa sakina kann lesast og síggjast á heimasíðuni hjá TV2 her.




