Løgmaður stendur í einum vánaligum ljósi, eftir at kanningarstjórin Hans Gammeltoft Hansen, hevur avhoyrt nøkur embætisfólk í sambandi við samráðinginar við CIP um Skálafjarðartunnilin, skrivar ting.fo

Sambært Kringvarpinum, sum fylgir avhoyringunum, so var tað løgmaður einsamallur, sum samráddist við CIP um eyka milljónina, sum felagið skuldi hava, um ongin størri avtala um Skálafjarðartunnilin.
Bæði Nella Festurstein og Rúni Joensen úr innlendismálaráðnum hava víst á, at løgmaður hevði ein nógv meira aktivan lut í samráðingunum enn løgmaður sjálvur hevur sagt.
Løgmaður hevur verið ómetaliga avgjørdur, tá ið hann fyri Løgtinginum hevur sagt, hvør hansara leiklutur var. Tekur kanningarstjórin útsagnirnar frá embætisfólkunum fyri góða vøru, so er løgmaður helst í einari kreppu mótvegis Løgtinginum. Fyribils er løgmaður tó ikki avhoyrdur, so vit kenna ikki heilt hvørjar forkláringar eru uppá tað, sum embætisfólkini hava fortalt kanningarstjóranum.
kelda: ting.fo