Royndi leikarin hevur áhuga hjá uppflytarunum.
Royndi leikarin heldur neyvan fram í ÍF og Skála hevur áhuga at fáa roynda leikaran til ein hóp, ið kanska júst manglar royndir.
Sjúrður Jacobsen sigur við Norðlýsið, at hann hevur ikki tikið støðu til, hvar hann spælir í 2016.
Sjúrður hevur verið eitt sindur inn og út í ÍF uppstillingini í ár. 39 ára gamli leikarin kann spæla á nógvum plássum og tað er helst hetta saman við royndunum sum gera, at Skála vísir áhuga fyri at fáa Sjúrð í sín hóp.




