Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Endar steypasigursrøðin hjá Víkingi í kvøld?

Jákup Ósá

Favoritt leikluturin liggur hjá B36, sum hevur fingið neyðuga úrslitið í fyrra dystinum, hevur heimavøll og manglar ikki eins týðandi leikarar sum Víkingur ger í kvøld. Men Víkingur eigur siðvenjuna og royndirnar at spæla so avgerandi dystir í steypakappingini.

Víkingur hevur vunnið kappingina um løgmanssteypið seinastu trý árini. Men nú stendur á gomlum nøglum í Eystur Kommunu. B36 vann fyrra dystin í Sarpugerði 1-0 og FM vinnararnir hava nú fyrimunin av heimavøllinum í seinna dystinum. Harafturat er Víkingur skert til dystin. Súni Olsen og Gert Hansen eru skaddir, meðan Atli Gregersen hevur leikbann. Súni er ein týðandi leikari hjá Víkingi, tí hann er ofta tann leikarin, sum antin skorar ella leggur upp til mál. Og hjá Atla Gregersen tala hagtølini fyri seg. Víkingur vinnur nærum ongantíð, tá hann ikki er við. Les meir um tað her.

Hjá B36 hava Jónas Tór Næs og Alex Mellemgaard nærum ikki spælt í ár, og teir eru framvegis ikki tøkir. Tað er Jákup á Borg hinvegin eftir at hann hevur havt leikbann seinastu tveir dystirnar.

Norðlýsið tippar:

Tað er eingin ivi um, at møguleikin fyri at steypasigursrøðin hjá Víkingi er í stórum vanda fyri at steðga í kvøld. B36 hevur fingið útgangsstøðið, sum teir í B36 ynsktu sær og nú er B36 á heimavølli, har liðið sjáldan tapir. Jákup á Borg er tøkur aftur og sostatt hevur B36 allar sínar offensivu streingir at spæla uppá. Hjá Víkingi er ein stórur trupulleiki í miðverjuni. Atli Gregersen hevur leikbann og teir báðir, sum helst eru fyrstu avloysarar vanliga í miðverjuni – Súni Olsen og Gert Hansen – eru skaddir. Tí skal heilt nýggjur miðverji finnast og sum skilst eru Gunnar Vatnhamar og Hanus Jacobsen uppá tal til plássið. Stýringin og vinnara mentaliteturin hjá Atla kann skjótt fara at mangla í kvøld og hagtølini eru greið, tá hann ikki spælir. Tann fyrri dysturin var merktur av, at Víkingur manglaði nógvar leikarar, og at B36 fekk eitt reytt kort tíðliga í dystinum, har vindurin eisini spældi eina ávirkan hjá tveimum liðum, sum annars tóktust varin fyri ikki at leypa framav, tá talan nú var um fyrra dystin.

Í kvøld eru fortreytirnar betri fyri at fáa ein góðan dyst, sum hesi bæði góðu liðini eiga at kunna geva. Víkingur er nakað betri mannað og veðrið verður væl betri. Samstundis kann liðið, sum er aftanfyri ikki halda ov leingi á bremsuni, tí tað er nú ella ongantíð. Tað passar Víkingi kanska væl, tá liðið bara skal koyra á – sum vit sóu móti NSÍ sunnudagin – og so er spurningurin, um teir sleppa at mynda dystin. Tí B36 hevur kvalitet og so er tað, hvat uppleggið hjá B36 er í kvøld? Móti HB var liðið trýst langt aftur í stórum pørtum av dystinum, men har var kontraspælið til tíðir effektivt við Hans Paula og Lukasz. Í fyra umfari fer B36 neyvan at leypa framav, tí tað er Víkingur, ið skal hava mál og meir enn tað eina áðrenn teir eru víðari. Hjá Víkingi er einki at bíða við í kvøld, tí B36 skorar helst mál, og tí skal Víkingur skora fleiri mál. Tað broytir tí heldur einki, um B36 t.d. kemur framum 1-0, tí Víkingur er framvegis víðari, um teir vinna 2-1 og so er spurningurin, um Víkingur eisini kann brúka ein fyrimun av at vera vanir við at spæla so avgerandi dystir í steypakappingini? Men heimavøllurin og góða útgangsstøðið há B36 og fráveran av Atla og Súna hjá Víkingi ger, at B36 her verður tippað at gera enda á sigursrøðini hjá Víkingi í steypakappingini. Og so er at vóna, at dómarin ikki fer at spæla nakran avgerandi leiklut, tí hann hevur eina stóra uppgávu, tá so nóg stendur uppá spæl millum tvey sigursvand lið, sum ikki so sjáldan fáa reyð kort. Tipping: 1 (2-1)

Dysturin millum B36 og Víking byrjar í Gundadali kl. 18.30 í kvøld.