Næmingaráðini á miðnámsskúlunum í Tórshavn, á Kambsdali og í Klaksvík hava gjørt av, at endaveitslan fyri lesandi verður í Høllini á Hálsi fríggjakvøldið 9. mai.
Næmingaráðini á miðnámsskúlunum í Tórshavn, á Kambsdali og í Klaksvík hava gjørt av, at endaveitslan fyri lesandi verður í Høllini á Hálsi fríggjakvøldið 9. mai.
Mikudagin 9. apríl heitti næmingaráðini í miðnámsskúlunum í Tórshavn, á Kambsdali og í Klaksvík á Tórshavnar kommunu um loyvið, at læna badmintonhøllina ella hoyvíkshøllina til endaveitslu.
Orsøkin var, at 585 lesandi luttóku til jólaborðhaldið, sum omanfyrinevndu næmingaráð skipaðu fyri leygarkvøldið 16. november 2013 í badmintonhøllini.
– Vit vildu vísa á, hvussu stóran týdning endaveitslan hevði fyri næmingarnar á miðnámsskúlunum, sigur Baldur Meitil, formaður í næmingaráðnum á Teknsika Skúla í Klaksvík.
– Jólaborðhaldið hepnaðist so mikið væl, at vit mettu tað vera óheppið, um veitslan mátti flyta, tí eingin høll var tøk. Tí savnaðu vit undirskriftir, har vit heittu á Tórshavnar kommunu at finna eina høll, so endaveitslan ikki datt niðurímillum, sigur Aimee Jacobsen, forkvinna í næmingaráðnum á Kambsdali.
Uppá minni enn 24 tímar vóru 154 undirskriftir savnaðar.
– Hetta vísir, hvussu stóran týdning ein samansjóving hevur fyri næmingarnar. Vit arbeiða við at samansjóða lesandi úr øllum landinum, so vit fáa eitt livandi lestrarumhvørvið. Tí hevur endaveitslan stóran týdning, tí hon verður gjørd í samstarvið við øll næmingaráðini í landinum, sigur Kiran Jóanesarson, formaður í næmingaráðnum á Handilsskúlanum í Havn
Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, staðfesti fyri stuttum, hvussu stóran týdning ungdómurin hevur:
– Ungdómar eru sjálvsagt eisini ein partur av kommununi, og vit hava funnið eina loysn, sum vit halda er enn betur enn Badmintonhøllin, segði Heðin Mortensen við portal.fo.
Umframt útmeldingina hjá Heðini Mortensen, var borgarstjórin í Klaksvíkar Kommunu, Jógvan Skorheim, sinnaður at hava endaveitsluna í Klaksvík. Við portal.fo segði Jógvan Skorheim:
– Vit hava tvær hallir, sum næmingaráðini eru væl komin at lána til endaveitsluna hjá teimum lesandi.
Næmingaráðini á miðnámsskúlunum í Tórshavn, á Kambsdali og Klaksvík takka borgarstjórunum í Tórshavnar og Klaksvíkar kommunu fyri uppbakningina. Vit fegnast um, at tað eydnaðist at finna eina loysn. Av tí at jólaborðhaldið hepnaðist so mikið væl í badmintonhøllini 16. november 2013, hava næmingaráðini gjørt av, at endaveitslan verður í Høllini á Hálsi fríggjakvøldið 9. mai.
Atgongumerkir til endaveitlsuna kunnu keypast her:
http://www.o.fo/endaveitsla.html
Vh.
Næmingaráðið í Hoydølum
Næmingaráðið í Handilsskúlanum
Næmingaráðið á Kambsdali
Næmingaráðið á Tekniska Skúla í Klaksvík
Ó




