Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Endurstovna Klaksvíkar Dartfelag

Jákup Ósá

 Týskvøldið verður endurstovnandi aðalfundur av Klaksvíkar Dartfelag. Fundurin verður á loftinum í Maverick.

Kristian Joensen er ein av dart eldsálunum í Klaksvík og hann sigur, at nú verður ein roynd gjørd at endurstovna Klaksvíkar Dartfelag.

 – Vit hava verið fleiri, ið hava tosað um hetta í eina tíð og nú hava vit gkjørt av, at gera eina roynd at endurstovna felagið. Áhugin tykist stórur og týskvøldið fara vit at hava stovandi aðalfund. Ætlanin var at hava fundin heima hjá mær, men eftir stóran áhuga millum fólk, so er fundurin fluttur í Maverick. Ókeypis kaffi verður at fáa til gestirnar, sigur Kristian Joensen.

Aðalfundurin á loftinum í Maverick verður týskvøldið kl. 20.00