Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Enekk og MonkeyRat í Tøting

Tónleikasamtakið Grót

ENEKK og MonkeyRat Duo í Töting. Leygarkvöldið 1 Oktober kl. 20.30, bjóðar Tónleikasamtakið Grót til eina megnar konsert við legendariska super-bólkinum Enekk. Vit hava roynt at fingið hesa konsertina í lag í longri tíð, og nú kunna vit gleðiliga kunngera, at Enekk kemur at spæla í Töting á fyrsta sinnið.

MonkeyRat kann upplivast í nógvum ymiskum samanhangum og samansetingum, men í Töting stilla tey upp sum MonkeyRat Duo, ið eru tey bæði upprunaligu í bólkinum, Anna Iachino og Arnold Ludvig.

Anna og Arnold eru sera virkin í föroyska tónleikalívinum, har tey millum annað skipað fyri Open Stage/Open Mic, sum er hvört mikukvöld á Reinsaríinum í Havn.

Atgongumerki kunna leggjast av, við at skriva eini boð til Tónleikasamtakið Grót á facebook ella á t.post tsgrot@gmail.com.

Annars fáast atgongumerki á 150 kr. (100 kr. fyri limir í Grót), við dyrnar frá kl. 20.00.