Av orsøkum útifrá, eru tað í løtuni fleiri og fleiri føroyskar familjur, sum hava trupult við at rinda hvørjum sítt.
Hendan støðan hevur verið á veg í fleiri mánaðir, men enn hevur samgongan onki gjørt.
Samgongan hevur tosað um eina eingangsupphædd til oljurokning á 7.000 krónur, og tað ger kanska mun hjá einum lítlum bólki, men sjálvt tað er framvegis bara snakk!
Tjóðveldi hevur mælt til hesar ítøkuligu loysnirnar.
Tíðaravmarkað loft á oljuprísin galdandi í eitt ár
Hækka familjuískoyti og lata fleiri koma uppí
Hækka brennistuðul til pensjónistar, og brúka bjálvingarstuðulin til at hjálpa fólki at spara orku
Hækka lestrarstuðulin
Eitt veruligt lønarlyft til vælferðarstørvini



