Føroysk Verkætlanarleiðsla hevur 10 ár á baki og í hesum sambandi verður skipað fyri einari ráðstevnu 22. og 23 oktober í Bylgjuni í Runavík.
Føroysk Verkætlanarleiðsla hevur 10 ár á baki og í hesum sambandi verður skipað fyri einari ráðstevnu 22. og 23 oktober í Bylgjuni í Runavík.
Endamálið við ráðstevnuni er at varpa ljós á verkætlanarleiðslu sum eitt tvørfakligt yrki.
Ráðstevnan er bygd upp soleiðis, at hósdagin verður arbeitt við ítøkuligum avbjóðingum, sum flestu verkætlanir hava viðv. samskifti. Tað verður eisini varpað ljós á eigaraskap í verlætlanum.
Fríggjadagin fyrrapart vendir sær til leiðarar á fyritøkum og í landsfyrisitingini. Har hava vit fingið leiðarar frá Norðurlondum at greiða frá, hvat meirvirði professionel verkætlanarleiðsla gevur. Tey, sum greiða frá eru:
Noreg: Marthe Sondov, Vice President Kværner
Marthe Sondov fer at greiða frá, hvussu Kvearner, World Wide skipar teirra verkætlanir, og hvussu tey miðvíst útbúgva verkætlanarleiðarar.
Ísland: Dr. Haukur Ingi Jónasson, Professor Háskóli Íslands
Haukur Ingi Jónasson hevur ein sera áhugaverdan fyrilestur um Etikk í professionellari verkætlanarleiðslu.
Danmark: Allan Krüger-Jensen, Head of department at BEC (Bankernes EDB Central)
Allan Krüger-Jensen fer at greiða frá IPMA sertifiseringini og hvussu IPMA greinar kompleksitetin í einari verkætlan.
Føroyar/Danmark Sofus Clemmensen, Executive Management Consultant at Lighthouse Consultings Sofus Clemmensen sum hevur hægstu altjóða góðkenning innan verkætlanarleiðslu, leiðir framløgurnar og syrgir fyri, at allir viðkomandi spurningar verða svaraðir.
Nógv sløg av góðkenningum finnast. Sofus fer at greiða frá teimum ymisku sløginunum og hvørjir hóska best til hvat. Ein einfaldur háttur at fáa eitt gott yvirlit.
Fríggjadagin seinnapart eru fyrilestrarnir samskipaðir við FaroXpo og er evni Føroyskar íløgur uttanlands og útlendskar íløgur í Føroyum.
Fyrilestrarhaldararnir eru:
Teitur Samuelsen, Stjóri í Eysturoyar- og Sandoyartunlum John Rajani, Stjóri í BankNordik
Regin Jacobsen, Stjóri fyri Bakkafrost samtakinum
Aftaná er panelfundur við Poul Michelsen, Vinnumálaráðharri Lau Øfjord Blaxekjær, Samfelagsfrøðingur (Post. doc / Stjórnmálafrøðingur) Súni Schwartz Jacobsen, forstjóri í EIK Banka
Orðstýrari: Uni Arge.
Ráðstevnu luttakararnir fáa sjálvsagt høvi at luttaka í kjakinum.
At verkætlanarleiðsla ikki bert er tíðarætlan og pengar, vísa vit við tiltakinum í Løkshøll hóskvøldið. Her kunnu øll koma og fáa innlit í, hvussu tað er at luttaka í X-faktor.
Jógvan Joensen, Linda Andrews og Sveinur Olsen koma at syngja. Harumframt fara tey saman við heimskenda framleiðaranum, Per Zachariassen at greiða frá X-faktor tiltakinum.
Orðstýrari verður útvarpsverturin Jákup Magnussen.
Per Zachariassen er framleiðari, instruktørur og hevur millum annað verið við til at framleiða X-factor, Talent og Melodi Grand Prix.
Endamálið hjá FVL er at stimbra og at menna støðið innan verkætlanarleiðslu í Føroyum. Hornasteinurin í virksemi felagsins er at geva limunum møguleikan at gerast altjóða viðurkendur IPMA sertifiseraður verkætlanarleiðari; eitt samstarv, ið DPL hevur við altjóða felagsskapin IPMA, International Project Management Association.
Ein týðandi partur er tvørfakligt netverk, og felagið skipar fyri regluligum tiltøkum um verkætlanarleiðslu, samstundis sum kunnað verður um tiltøk uttanlands, sum limir felagsins kunnu luttaka í.
Í samband við ráðstevnuna, hevur NORDNET, sum er tann Norðurlendski felagsskapurin av verkætlanarleiðarum, nevndarfund í Føroyum leygardagin.
Meira fæst at vita um ráðstevnuna á www.fvl.fo
Tekning til tiltøkini:
X-FACTOR hóskvøldið kr. 190,- á www.loksholl.fo Ráðstevna kr. 3.000,- á www.fvl.fo
FaroeXpo á www.faroexpo.fo




