Jól í Suðurafrika, við Gaither Homecomming, Gatiher Vocal Band, Afrikanskum barnakórið og vit eru eisini við tá “Christmas Child” jólapakkar úr m.a. Føroyum verða handaði fátakum børnum
Tað er eingin ivi um at ársins Jóla-DVD útgáva er tann hjá Gaither Music sum kanska verður at fáa í Føroyum beint áðrenn jól.
Talan er um tvær jóla DVD fløgur sum eru filmaðar á konsert ferð hjá Gaither “Homecoming” í Suðurafrika.
Fløgurnar rúmar meira enn fýra tímar við góðum gomlum og nýggjum jólatónleiki.
Tónleikurin verður framførdur og sungin av eini røð av kendum gospeltónleikarum og sangarum, líka frá Ben Speer til Lyndu Randell sum var í í Føroyum fyrra árið.
Framúrgóða ljóðgóðskan ger at tónleikurin er ein sonn fragd at lurta eftir – serliga um tú eigur “Surround” tí allar upptøkurnar eru upptiknar og avspældar í seks sporum – sum brúka bestu og nýggjastu ljóðanelggini fult út.
Christmas Child
Umframt fantastisk tónleika upplivingar hevur Bill Gaiter hesuferð samstarva við Franklin Gramham (sonur Billy Graham) og vit vitjað barnaheim í fátaka partinum av Jóhannesburg har jólpakkar frá Christmas Child verða givnir børnum – sum hava mist foreldur síni til AIDS.
Christmas Child er ein verkætlan sum sunnudagskúlar í øllum heiminum luttaka í.
Eisini í Føroyum koma børn ávísar sunnudagar um árið við skógvaeskjum – sum eru innpakkaðar í fínasta jóla-papír.
Børnini saman við foreldrum fylla sjálvi eskjurnar við øllum møguligum smálutum – klæðum o.a.m. sum síðani verður avskipað til fátak børn ymsastaðir kring um í heiminum.
Eingin eskja er líka og nógv leggja eisini brøv niður í eskjurnar – rørandi er at síggja hvussu glað børnini eru um hesar lítlu gávurnar.
Enn eru tær báðar Jóla-DVD-irnar ikki enn at fáa í føroyum men tær kunnu keypast beinleiðis frá www.gaither.com.
Ein langur samandráttur av jólakonsertunum í Afrika kann síggjast á Gaither TV á hesu adressuni:




