Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Enn ein hugnalig løta í Nólsoyar Páls húsinum

Tekst og myndir: Dávur Winther

Sum liður í Summartónum, ið ferðast kring landið um summarið, vóru Einangran á vitjan til eina konsert á Nólsoyar Pálsgarðinum í kvøld.

 

Tey framførdu níggju løg, sum øll eru skrivað niðri á flatondum í einum kamari í ringastu koronatíð, tá ið tað at kalla ikki slapst út. Tí kendist tað lættan nú at sleppa at framføra tey fyri fólki ella áhoyrarum, greiddi Heiðrik frá.

Tey, sum so eru við í bólkinum, Einangran (sum merkir avbyrging ella kanska eisini sóttarhald í hesum sóttartíðum) eru:

Heiðrik á Heygum, sang, lagasmíð og tekstir

Lea Kampmann, sang, lagasmíð og guitar

Heðin Ziska Davidsen, guitar

Per I. Højgaard Petersen, trummir

Vinjar Egilsnes Petersen, tangentar

Fyrstu ferð tey høvdu spælt saman í langa tíð var fyri H.H. Drotningini, og stóð nógv uppá spæl, greiddi Heiðrikur frá. Men tey hava verið í leikum fyrr og tykjast væl samanspæld og heilt víst sera dugnaligir tónleikara øll somul.

Ein góð heild við djúpum tekstum, sum vórðu væl stuðlaðir at góðum løgum og góðum spæli. Uttan at taka nakað frá nøkrum, tykti mær Vinjar Egilsnes Petersen á tangentum sera dugnaligur við trimum ymiskum tangentborðum og øðrum hentleikum, sum flytu ljóðmyndina rættiliga væl og gjøddi hana rúmliga og spennandi.

Duetleikurin millum Heiðrik og Leu var serstakur og spennandi, og funnu tey væl hvønn annan í torføru og tøttu tónalegunum eins og tey hóska væl hvønn annan klangmessiga.

Einangran er ein spennandi bólkur, sum tú ikki mást lata fara framvið.

Í gjár vóru tey í Oyndarfirði, í kvøld í Klaksvík og í morgin í Havn.

 

Takk fyri eina frálíka konsert!